Tinos

Panagia Evangelistria kirkjan á Tinos
Tinos á korti yvir Syðru Egearaoyggjar, sum er eitt av 13 periferium Grikkalands (fyrisitingarlig øki)

Tinos (grikskt: Τήνος) er ein griksk oyggj, sum liggur í Egearahavinum. Í fornøldini var oyggin kend við nøvnunum Ofiussa (frá grikska orðinum orius, sum merkir slanga) og Hydroessa (av grikska orðinum hydor, sum merkir vatn). Oyggin er ein av Kykladuoyggjunum og liggur tætt við oyggjarnar Andros, Delos og Mykonos. Oyggin er 194 km2 til støddar, í 2011 var fólkatalið á oynni 8.636. Oyggin er kend í Grikkalandi orsakað av Panagia Evangelistria kirkjuni (Our Lady of Tinos), fyri tær umleið 80 vindmyllurnar, tey umleið 1000 dúgvutornini, tær 50 bygdirnar og fyri tær venesiansku borgirnar á Exomvourgo fjallinum. Á oynni búgva fólk sum hava griksk-ortodoksu trúnna og fólk ið hoyra til tað rómverks-katólsku trúnna. Tinos er eisini kend fyri listafólk, málarar og myndahøggarar sum Nikolaos Gysis, Jannoulis Khalepas og Nikiforos Lytras.

Pílagrímsferð

Einaferð um árið fara trúgvandi grikkar pílagrímsferð til Tinos fyri at vitja Panagia Evangelistria kirkjuna, har ein serstøk ikon hongur, ið fólk trúgva førir til undur. Pílagrímsferðin fer fram 15. august (dekapendavgusto), sum er dagurin, har Gudsmóðir sovnaði (Dormition of the Theotokos). Fleiri av pílagrímunum grulva á hondum og knøum teir 800 metrarnar frá ferjuleguni til kirkjuna, fyri at vísa virðing.

Other Languages
العربية: تينوس
brezhoneg: Tinos
català: Tinos
Cebuano: Nísos Tínos
čeština: Tinos
dansk: Tinos
Deutsch: Tinos
Ελληνικά: Τήνος
English: Tinos
español: Tenos
euskara: Tinos
فارسی: تینوس
suomi: Tínos
français: Tinos
galego: Tinos
hrvatski: Tinos
magyar: Tínosz
italiano: Tino (Grecia)
日本語: ティノス島
ქართული: ტინოსი
한국어: 티노스섬
Latina: Tenos
Nederlands: Tinos
norsk nynorsk: Tínos
norsk: Tinos
ਪੰਜਾਬੀ: ਤੀਨੋਸ
polski: Tinos
português: Tinos
română: Tinos
русский: Тинос
Scots: Tinos
srpskohrvatski / српскохрватски: Tinos
slovenščina: Tinos
shqip: Tinos
српски / srpski: Тинос
svenska: Tinos
українська: Тінос
اردو: تینوس
Tiếng Việt: Tinos
中文: 蒂诺斯岛