Søga
Fyrst í 11. øld var Spanianes lutað sundur ímillum muslimsk ríki sunnan fyri og í miðjuni og mong kristin kongsríki norðanfyri. Í 1037 eydnaðist
Fernando av Kastilia at fullfíggjað ta mál, pápi hansara hevði sett sær; at taka grannaríkið
Léon. Men ikki fyrr enn í 1072 kendi sonur
Fernandos Alfonso 6. seg so tryggan í sæti, at hann tordi at leggja á muslimsku ríkini fyri sunnan. Stríðið vardi í 400 ár, til síðsta muslimska kongsríkið,
Granada, mátti lúta í 1492.
Trý skip úr spanska rannsóknarflotanum, sum skuldu sigla kring jørðina við portugisiska sjófaranum
Ferdinandi Magellan (1480-1521) sum høvuðsmanni, sigldu um tað ovurstóra Kyrrahav. Tey komu fram á tvær smáar polynesiskar oyggjar á vegnum. Onnur var
Pukapuka. At enda kom Magellan til Guam, størstu oynna á Marianoyggjum, tá var manningin illa fyri, og nógvir vóru deyðir. 16. mars 1521 steig Magellan fótin á land á filipinsku oynni
Samar, og nakrar vikur seinni drupu uppøst fólk á oynni hann. Bera eitt skip við næsta sjóloytnanti Magellans,
Sebastian del Cano (1486/1487-1526) sum skipara, kom heim aftur til Spania í september 1522, tá hevði tað fullført fyrstu siglingarferðina um knøttin. Og umsíðir var prógvað, at jørðin var rund.
Í 1931 noyddu spanskir lýðveldismenn
Alfonso 13. kong í útlegd. Nýggja lýðveldisstjórnin førdi sosialistiskan politikk og legði hald á góðseigarajørð og býtti út til bøndur og avmarkaði valdið hjá kirkjuni og herinum. Á valinum í 1936 fekk
Sosialistiska Fólkafylkingin meiriluta. Tá gjørdu yvirmenn í spanska herinum, sum stuðlaðu fasistunum, uppreistur. Herovastin Francisco Franco gjørdist oddamaður teirra. Ræðuligt borgarakríggj brast á í landinum. Italia sendi herlið at hjálpa Franco, og Týskland sendi honum hernaðarflogfør. Sovjetsamveldið sendi stjórnini pening og vápn, men í mars 1939 hevði Franco tikið meginpartin av Spania. Hann gjørdist einaræðisharri, og bara ein flokkur,
Falengeflokkurin, slapp at vera.
Eftir blóðugt borgarakríggj frá 1932-1939 tók einaræðisharrin Francisco Franco við og stýrdi øll árini til 1975. Eftirmaður hansara,
Juan Carlos kongur 1., setti fólkaræði aftur í gildi. Nú á døgum er Spania sterkt ídnaðarland; mong fólk arbeiða eisini í landbúnaðinum, og ferðavinnan er í støðunum vøkstri. Størsta menningin og mesta virksemið er fram við strendurnar.