Sjónleikur

Parktheater Göggingen í Týsklandi

Sjónleikur er ein listagrein, har ein ella fleiri sjónleikarar framføra ein ella fleiri leiklutir fyri einum áskoðara ella eini áskoðarafjøld. Framførslan hevur oftast form av einum verki, sum er bygt upp við samrøðum millum persónar og eini søgugongd, sum kemur til sjóndar gjøgnum tað, ið fiktivu persónarnir í verkinum gera og siga.

Søga

Sjónleikurin hevur djúpar røtur aftur í mannasøguna. Granskarar føra hesa listargreinina aftur til ritualini, sum vóru partur av frummentanum hjá fyrstu menniskjunum (og kunnu eygleiðast enn í dag hjá sonevndum frummentanum). Hildið verður at hesi ritual hava havt sín uppruna í eini viðføddari trongd hjá menniskjum at endurgeva veruleikan í spæli.

Evropeisk leiklist, sum vit kenna hana í dag, hevur sínar røtur í griksku leiklistini, sum var í hæddini umleið 500-300 f.Kr. Serliga hava harmaleikirnir hjá Ayskylos, Sofokles og Evripides, sum vóru skrivaðir og spældir í tíðarskeiðnum 500-400 f.kr., havt stóra ávirkan á seinni leiklist. Ikki minst tí at grikski heimsspekingurin og vísindamaðurin Aristoteles skrivaði bókina Um yrkingalistina, ið lýsir griksku dramaini og greiðir frá, hvussu eitt drama eigur at vera uppbygt fyri at hava mestu listarligu ávirkanina á áskoðaran. Grikska dramaið og Aristotelesar lýsing av tí gjørdist fyrimynd fyri evropeiska sjónleikaskriving frá renesansuni og fram.

Tað naturalistiska dramaið, sum var í hæddini í tíðarskeiðnum 1870- 1900 og framvegis má sigast at vera tað, ið vit uppfata sum normurin, ið øll onnur leiklist verður mett eftir, byggir grundleggjandi á leiklistarfrøðiligu grundreglurnar í grikska dramanum: Har ein høvuðspersónur, sum vit liva okkum inn í, har er ein søgugongd við eini innbygdari konflikt, sum verður spent upp, til hon umleið miðskeiðis í gongdini nær einum punkti, har tað ikki vendist aftur (point of no return), og síðani fylgir ein gongd, har hendingagongdin miðvíst fer ímóti einum enda, sum annað hvørt upploysir konfliktina (hollywood-modellið) ella førir til katastrofu fyri høvuðspersónin (tað siðbundna dramaið). Tann naturalistiski sjónleikurin er førdur víðari við filmslistini, har tað sonevnda hollywood-modellið fyri filmshandritaskriving í stóran mun nýtir grundbygnaðin í naturalistiska dramanum.

Sjónleikurin í nýggjari tíð hevur ment seg í nógvar ymiskar rættningar. Nógv moderna leiklist er kropslig og nærkast dansinum. Aðrir leiklistaformar leggja dent á tekst og eitt abstrakt, ikki-naturalistiskt úttrykk.

20. øld hevur havt nógvar høvuðsstreymar innan leiklistina: Tann ekspressionistiski sjónleikurin (serliga Týskland, Frakland og Eysturríki umleið 1900- 1920), tann episka leiklistin, sum var ein politisk manifestatión innan leiklistina ( Erwin Piscator og Bertolt Brecht, Týskland og USA 1925- 1950), absurda leiklistin ( Frakland og Ongland 1947- 1960, Samuel Beckett, Eugène Ionesco, Harold Pinter og Jean Genet) og tað fysiska teatrið ( 1955- 1980 Pólland, Danmark, Jerzy Grotowski og Eugenio Barba). Eitt annað týdningarmikið rák í vesturheiminum í 20. øld hevur verið tey frælsu bólkateatrini, sum komu fram í 1960-árunum og 1970-árunum, og sum arbeiddu fyri at fáa leiklistina úr teimum siðbundnu borgarligu sjónleikarhúsunum og út í samfelagið, og sum endurnýggjaðu leiklistina bæði hvat víðvíkti áskoðarafjøld, innihaldi, formi og arbeiðshátti. Hesir bólkar skaptu nýggj úttrykk við at spæla í øðrvísi rúmum og bróta niður bindingina pallur-salur.

Other Languages
Alemannisch: Theater
አማርኛ: ቴያትር
aragonés: Teatro
العربية: مسرح
ܐܪܡܝܐ: ܒܹܐܡܵܐ
مصرى: مسرح
asturianu: Teatru
azərbaycanca: Teatr
تۆرکجه: تئاتر
башҡортса: Театр
Boarisch: Theata
žemaitėška: Tētros
беларуская: Тэатр
беларуская (тарашкевіца)‎: Тэатар
български: Театър
বাংলা: মঞ্চনাটক
བོད་ཡིག: ཟློས་གར།
brezhoneg: C'hoariva
bosanski: Pozorište
català: Teatre
нохчийн: Театр
کوردی: شانۆ
čeština: Divadlo
kaszëbsczi: Téater
Чӑвашла: Театр
Cymraeg: Theatr
dansk: Teater
Deutsch: Theater
Zazaki: Tiyatro
Ελληνικά: Θέατρο
English: Theatre
Esperanto: Teatro
español: Teatro
eesti: Teater
euskara: Antzerki
estremeñu: Teatru
فارسی: تئاتر
suomi: Teatteri
Võro: Tiatri
français: Théâtre
furlan: Teatri
贛語: 表演
galego: Teatro
گیلکی: تئاتر
Avañe'ẽ: Ñoha'ãnga
עברית: תיאטרון
हिन्दी: रंगमंच
Fiji Hindi: Theatre
hrvatski: Kazalište
Kreyòl ayisyen: Teat
Հայերեն: Թատրոն
interlingua: Theatro
Bahasa Indonesia: Teater
Interlingue: Teatre
Ilokano: Teatro
Ido: Teatro
íslenska: Leiklist
italiano: Teatro
日本語: 演劇
Patois: Tieta
Basa Jawa: Téater
ქართული: თეატრი
қазақша: Театр
ភាសាខ្មែរ: ល្ខោន
ಕನ್ನಡ: ರಂಗಮಂಟಪ
한국어: 연극
Kurdî: Şano
Кыргызча: Театр
Latina: Ars scaenica
Ladino: Teatro
Lëtzebuergesch: Theater
лакку: Театр
Limburgs: Theater
Ligure: Tiatro
lietuvių: Teatras
latviešu: Teātris
олык марий: Театр
македонски: Драмска уметност
മലയാളം: രംഗകല
Bahasa Melayu: Teater
Mirandés: Triato
эрзянь: Театрась
مازِرونی: تیاتر
Napulitano: Tiatro
Plattdüütsch: Theater
Nedersaksies: Theater (keunstvorm)
नेपाल भाषा: दबू प्याखं
norsk nynorsk: Teater
norsk: Teater
Novial: Teatre
Nouormand: Thiâtre
occitan: Teatre
Livvinkarjala: Teatru
Ирон: Театр
ਪੰਜਾਬੀ: ਰੰਗ-ਮੰਚ
Picard: Téïate
polski: Teatr
پنجابی: تھیٹر
português: Teatro
Runa Simi: Aranwa
română: Teatru
armãneashti: Theatro
русский: Театр
русиньскый: Театер
sicilianu: Tiatru
Scots: Theatre
srpskohrvatski / српскохрватски: Teatar
Simple English: Theatre
slovenčina: Divadlo (umenie)
slovenščina: Gledališče
shqip: Teatri
српски / srpski: Позориште
Basa Sunda: Téater
svenska: Teater
Kiswahili: Tamthilia
ślůnski: Tyjater
தமிழ்: அரங்கு
тоҷикӣ: Театр
ไทย: ละคร
Tagalog: Tanghalan
Türkçe: Tiyatro
татарча/tatarça: Театр
українська: Театр
oʻzbekcha/ўзбекча: Teatr
vèneto: Teatro
Tiếng Việt: Sân khấu
walon: Teyåte
Winaray: Tyatro
吴语: 舞臺劇
ייִדיש: טעאטער
Yorùbá: Tíátà
中文: 劇場藝術
Bân-lâm-gú: Hì-kio̍k
粵語: 舞台劇