Sjómíl

Ein sjómíl er ein miðal breiddarminuttur.

Ein sjómíl, ein international nautisk míl ella ein fjórðingur er 1852 metrar. Ein sjómíl er upprunaliga ásett sum ein miðal breiddarminuttur (bogaminuttur norður og suður), tvs. 1/60 av einum stigi av einum stórsirkli gjøgnum pólarnar.Tá meturskipanin varð gjørd, var ætlanin, at stórsirkulin gjøgnum pólarnar og gjøgnum París skuldi vera eksakt 40 000 000 metrar. Út frá hesum skuldi ein sjómíl verið  40 000 000 m/60 × 360 = 1851,85 m. Í dag verður stórsirkulin settur til 40 007,86 kilometrar[1], og eftir tí skuldi ein sjómíl verið 1 852,22 metrar.

Óvissan á mátingini av stórsirklinum gjørdi, at fyrr kundi ein sjómíl vera eitt lítið sindur ymisk, í Danmark var hon 1 851,11 m fram til tíðliga í 20. øld.

Men í 1929 varð avgjørt á millumtjóða fundi, at ein sjómíl skuldi vera eksakt 1 852 m. Londini, sum longu brúktu meturskipanina, tóku beinan vegin undir við hesum millumtjóða standardi, USA tók undir við honum í 1954 og Ongland í 1970.

Jørðin er ikki heilt kúluskapað, hon er eitt sindur ellipsoidskapað. So ein breiddarminuttur er millum 1 842,9 og 1 861,6 metrar.[1]

Stórsirkulin um ekvator er 40 075 017 metrar, og ein longdarminuttur við ekvator er tí 1 855,32 metrar.[1] Eisini tann stórsirkulin hevur verið brúktur til at definera ymiskar geografiskar míl, sum ikki longur verða brúktar.

Ein sjómíl er 24,6 % ella rættuliga nær við fjórðingin av eini gamlari danskari míl. Hon fekk tí eisini navnið fjórðingsmíl ella fjórðingur, hóast ein fjórðingur upprunaliga var eitt lítið sindur longri.

  • referansur

Referansur

Other Languages
Afrikaans: Seemyl
العربية: ميل بحري
asturianu: Milla náutica
azərbaycanca: Dəniz mili
Boarisch: Seemein
беларуская: Марская міля
беларуская (тарашкевіца)‎: Марская міля
български: Морска миля
བོད་ཡིག: མཚོ་ལེ།
bosanski: Nautička milja
català: Milla marina
čeština: Námořní míle
Deutsch: Seemeile
English: Nautical mile
Esperanto: Marmejlo
español: Milla náutica
eesti: Meremiil
euskara: Itsas milia
Võro: Meremiil
français: Mille marin
Nordfriisk: Siamiil
Frysk: Seemyl
客家語/Hak-kâ-ngî: Hói-lî
עברית: מיל ימי
hrvatski: Nautička milja
Bahasa Indonesia: Mil laut
íslenska: Sjómíla
italiano: Miglio nautico
日本語: 海里
ქართული: საზღვაო მილი
қазақша: Теңіз милясы
한국어: 해리 (단위)
lietuvių: Jūrmylė
latviešu: Jūras jūdze
македонски: Наутичка милја
Bahasa Melayu: Batu nautika
Nederlands: Zeemijl
norsk nynorsk: Nautisk mil
occitan: Mila marina
polski: Mila morska
پنجابی: سمندری میل
português: Milha náutica
română: Milă marină
русский: Морская миля
sicilianu: Migghiu nauticu
srpskohrvatski / српскохрватски: Nautička milja
slovenčina: Námorná míľa
slovenščina: Morska milja
Soomaaliga: Mayl-badeed
српски / srpski: Наутичка миља
svenska: Nautisk mil
தமிழ்: கடல் மைல்
Türkçe: Deniz mili
українська: Морська миля
اردو: بحری میل
oʻzbekcha/ўзбекча: Dengiz milyasi
Tiếng Việt: Hải lý
Winaray: Milya nautica
中文: 海里
粵語: 海哩