Roald Dahl

Patricia Neal og Roald Dahl

Roald Dahl (13. september 191623. november 1990) var bretskur rithøvundur, føddur í Llandaff í Wales. Foreldrini vóru norsk, og pápin og ein systir doyðu longu, tá ið Roald var trý ára gamal. Hann hevði stóra virðing fyri mammuni sum var gift tvær ferðir og átti fýra børn, umframt tvey stjúkbørn. Hann hevur brúkt mammuna sum fyrimynd fyri ommuna í bókini Heksirnar. Í 1942 hitti hann C. S. Forester sum skrivaði Captain Hornblower. Hann eggjaði honum til at skriva. Fyrstu fimtan árini skrivaði Roald Dahl stuttsøgur til vaksin, men so fór hann at skriva til børn. Tær fyrstu søgurnar vóru søgur, hann fann uppá at fortelja fyri døtrunum Oliviu og Tessu. Hann hevur sjálvur sagt at: ”Tað er torførari at skriva barnabøkur (enn bøkur til vaksin). Tað er verri at halda áhuganum hjá einum barni fastum, tí eitt barn fær ikki hugsavnað seg sum ein vaksin. Barnið veit, at sjónvarpið er inni við síðuna av. Tað er hart at fanga hugin hjá einum barni, men tað er stuttligt at royna.” Hann hevur skrivað ein hóp av barnabókum m.a. James And The Giant Peach (1961), filmatiserað í 1996, Charlie And The Chocolate Factory (1964), filmatiserað í 1971 og 2005, Dánjal Á Fuglaveiðu (1975 á føroyskum 1997) var gjørdur til sjónvarpsfilm í 1989, Heksirnar (1983 á føroyskum 1998) var filmatiserað í 1990. Tá ið bókin Matilda kom út í Onglandi í 1988, sló hon øll sølumet við hálvari millión eftir hálvum ári. Hon er síðani gjørd til film í 1996. Roald Dahl trúði fult og fast uppá, at tað var sera týðandi at fáa børn at lesa bøkur. Hann verður eisini hildin at vera høvundur, sum hevur dugað sera væl at funnið evni, sum fangar børn og at brúka eitt mál, sum er lætt og spennandi at lesa.

Útgávur

  • 1997 - Dánjal Á Fuglaveiðu
  • 1998 - Heksirnar
Other Languages
Afrikaans: Roald Dahl
العربية: روالد دال
asturianu: Roald Dahl
تۆرکجه: رولد دال
български: Роалд Дал
brezhoneg: Roald Dahl
català: Roald Dahl
čeština: Roald Dahl
Cymraeg: Roald Dahl
dansk: Roald Dahl
Deutsch: Roald Dahl
Ελληνικά: Ρόαλντ Νταλ
English: Roald Dahl
Esperanto: Roald Dahl
español: Roald Dahl
eesti: Roald Dahl
euskara: Roald Dahl
فارسی: رولد دال
suomi: Roald Dahl
français: Roald Dahl
Gaeilge: Roald Dahl
galego: Roald Dahl
עברית: רואלד דאל
हिन्दी: रोल्ड डाहल
hrvatski: Roald Dahl
magyar: Roald Dahl
Bahasa Indonesia: Roald Dahl
íslenska: Roald Dahl
italiano: Roald Dahl
Basa Jawa: Roald Dahl
қазақша: Роалд Дал
한국어: 로알드 달
Lëtzebuergesch: Roald Dahl
latviešu: Rūalls Dāls
Malagasy: Roald Dahl
മലയാളം: റൊആൽഡ് ദാൽ
Nāhuatl: Roald Dahl
Nederlands: Roald Dahl
norsk nynorsk: Roald Dahl
norsk: Roald Dahl
occitan: Roald Dahl
ਪੰਜਾਬੀ: ਰਵਾਲਡ ਡਾਹਲ
polski: Roald Dahl
português: Roald Dahl
română: Roald Dahl
русский: Даль, Роальд
sardu: Roald Dahl
Scots: Roald Dahl
srpskohrvatski / српскохрватски: Roald Dahl
Simple English: Roald Dahl
slovenčina: Roald Dahl
slovenščina: Roald Dahl
svenska: Roald Dahl
Türkmençe: Roald Dal
Tagalog: Roald Dahl
Türkçe: Roald Dahl
українська: Роальд Дал
Tiếng Việt: Roald Dahl
West-Vlams: Roald Dahl
Winaray: Roald Dahl