Pund (vekteind)

Í 1839 var vekteindin eitt pund ásett við danskari lóg til at vera eksakt 500 gramm. Áðrenn tað varð orðið nýtt sum stytt heiti fyri skálpund. Ymiskar keldur upplýsa ymiskt um skálpund, men Den danske ordbog [1] skrivar áleið 498 gramm, og Store norske leksikon [2] skrivar 498,1 gramm. Harafturat skrivar Store norske leksikon [3], at í Danmark og Noregi hava verið nýtt pund, sum hava ligið millum 467,7 g og 505 g.

Orðið pund kemur av latínska orðinum pondus, sum merkir vekt, og er nær skilt við latínska orðið pendere, at viga.

Eitt enskt pund ella millumtjóða pund er eksakt 0,453 592 37 kilogramm [4] og verður ofta avrundað til 454 gramm. Tað verður ofta stytt lb ella ℔.

Vekteindin pund verður eisini nevnd libra, stytt lb. Sera nógv ymisk pund hava verið upp ígjøgnum tíðirnar, m.a. hevur eitt pund í Fraklandi verið millum 367,1 gramm og 552 gramm, til tað í 1812 bleiv fastsett til 500 gramm. Eina stutta tíð áðrenn 1812 var libre enntá nýtt sum heiti fyri tí nýggja kilogramminum! [5]

Pundið fór úr gildi sum lóglig vekteind við keyp og sølu longu í 1840 í Fraklandi og í 1907 í danska ríkinum, [6] men tað verður enn brúkt í dagligari talu.

Størri og minni vekteindir vóru fyrr gjørdar við binerari umrokning, við meturskipanini kom desimala umrokningin. Nakrar gamlar danskar eindir eru sum víst niðanfyri. [3]

Størri og minni eindir út frá skálpundi vóru:

  • 1 skippund = 320 pund
  • 1 lodd = 1/2 unsa = 1/32 pund
  • 1 lispund = 16 pund
  • 1 kvintin = 1/4 lodd = 1/128 pund
  • 1 bismarpund = 12 pund
  • 1 ort = 1/4 kvintin = 1/512 pund
  • 1 es = 1/16 ort = 1/8192 pund
  • 1 unsa = 1/8 mørk = 1/16 pund              
  • 1 gran = 1/16 es = 1/131 072 pund

Størri og minni eindir út frá nýggja pundinum vóru:

  • 1 sentnari = 100 pund
  • 1 kvintin = 1/100 pund
  • 1 ort = 1/1000 pund

Legg til merkis, at heitini kvintin og ort blivu endurnýtt í desimalu umrokningini við nýggjum týdningi. Hesar eindirnar fóru tó úr gildi í 1907 við metrisku skipanini.
Í listanum síggja vit, at eitt gran er 500/131 072 gramm ella 3,8 milligramm. Í dag hevur orðið skift týdning til "evarska lítið sindur av onkrum". [7]

Other Languages
Afrikaans: Pond (eenheid)
العربية: رطل
Boarisch: Pfund
български: Фунт
bosanski: Funta
Чӑвашла: Кĕренке
Deutsch: Pfund
English: Pound (mass)
Esperanto: Funto
suomi: Pauna
galego: Libra (masa)
עברית: ליברה
hrvatski: Funta
Kreyòl ayisyen: Liv (mezi)
Հայերեն: Ֆունտ
Bahasa Indonesia: Pon (satuan)
italiano: Libbra
Patois: Pong
Ripoarisch: Pongk
Lëtzebuergesch: Pond
lietuvių: Svaras
македонски: Фунта (единица)
Bahasa Melayu: Paun (jisim)
Plattdüütsch: Pund
Nederlands: Pond (massa)
norsk nynorsk: Pund
occitan: Liura (pes)
polski: Funt (masa)
Piemontèis: Lira
português: Libra (massa)
română: Livră
Scots: Pund
srpskohrvatski / српскохрватски: Funta (masa)
Simple English: Pound (mass)
slovenčina: Libra (hmotnosť)
slovenščina: Funt (mera)
српски / srpski: Фунта (маса)
Kiswahili: Ratili
தமிழ்: பவுண்டு
oʻzbekcha/ўзбекча: Funt
Tiếng Việt: Pound (khối lượng)
Winaray: Libra
ייִדיש: פונט
中文:
粵語: