Premier League

Premier League
LandOngland
Onnur feløg úrWales
KonfederatiónUEFA
Stovnað20. februar 1992
Tal av liðum20 (frá1995-96)
Stig á pyramidu1
Niðurflyting tilFootball League Championship
Steypakap. heimaFA Cup
FA Community Shield
League cup(s)League Cup
Altjóða steypUEFA Champions League
UEFA Europa League
Núverandi meistararLeicester City
(2015-16)
Flest meistaraheitiManchester United
(13 tittlar)
Sjónvarps samstarvspartnarSky Sports & BT Sport (live dystir)
Sky Sports & BBC (hæddarpunkt)
HeimasíðaPremierLeague.com
Premier League 2015-16

Premier League er tann hægsta deildin, Meistaradeildin, í enskum fótbólti. Av sponsor-ávum er almenna heitið á ensku meistaradeildini "Barclays Premiership" ella "Barclays Premier League". Tjúgu lið spæla í Premier League, hvørt lið møtir hinum liðunum tvær ferðir í einum fótbóltsári: einaferð á heimavølli og einaferð á útivølli, tvs. at liðini spæla 38 dystir hvør. Tá allir dystirnir eru leiktir og fótbóltsárið er komið at enda, er tað liðið sum hevur fingið flest stig vunnið kappingina, og samstundis flyta trý tey niðastu liðini niður í næstbestu deildina, sum nevnist Football League Championship ella bara The Championship.

Deildin varð stovnað 20. februar 1992. Áðrenn tað nevndist besta fótbóltsdeildin hjá monnum í Onglandi Football League First Division, henda varð stovnað í 1888.

Premier League er vælumtókt ikki bara í Onglandi og Stóra Bretlandi sum heild, men kring allan heimin. Premier League er tann fótbóltsdeildin í heiminum, ið hevur flestar sjónvarpshyggjarar. Dystirnir verða vístir í 212 londum til 643 milliónir heim, har umleið 4,7 milliardir hyggjarar hava møguleika at síggja dystirnir í sjónvarpi.

Síðan 1888 hava 23 feløg vunnið enska meistaraheitið. Av teimum 45 feløgunum, ið hava spælt við í Premier League, síðan henda deildin byrjaði í 1992, hava fimm feløg vunnið meistaraheitið: Manchester United (13), Arsenal (3), Chelsea (3), Blackburn Rovers (1) og Manchester City (1). Verandi meistarar eru Manchester United, sum hava vunnið heitið í 2012–13 sesongini.

Other Languages
Afrikaans: Premier League
Ænglisc: Premier League
asturianu: Premier League
беларуская (тарашкевіца)‎: Прэм’ер-Ліга
čeština: Premier League
Ελληνικά: Πρέμιερ Λιγκ
Esperanto: F.A. Supra Ligo
español: Premier League
hrvatski: FA Premier liga
Bahasa Indonesia: Liga Utama Inggris
italiano: Premier League
Lëtzebuergesch: Premier League
lietuvių: Premier League
Baso Minangkabau: Liga Utamo Inggirih
Bahasa Melayu: Liga Perdana Inggeris
မြန်မာဘာသာ: ပရီးမီးယားလိဂ်
Nederlands: Premier League
norsk nynorsk: Premier League
português: Premier League
română: Premier League
srpskohrvatski / српскохрватски: Premijer liga
Simple English: English Premier League
slovenčina: FA Premier League
slovenščina: Premier League
Soomaaliga: Premier Leagueka
српски / srpski: Премијер лига
Türkçe: Premier League