Panamaveitin

Panama Canal Map EN.png

Panamaveitin er millum heimsins mest týdningarmiklu sjóvegis farvegir.

  • søgan

Søgan

Í fleiri øldir høvdu fólk og landastjórnir droymt um eina sjóleið, ið kundi binda saman Atlantshavið og Kyrrahavið, tvørtur um tann 80 kilometur breiða Panamaslættan í Panama. Longu í 1534 kannaði týski keisarin Karl fimti, sum eisini var kongur í Spania, um tað var møguligt at gera eina siglingarveit á staðnum, so siglast kundi úr Atlantshavinum tvørturum Panamaslættan beinleiðis yvir í Stillahavið. Men eftirmaður Karl fimta á sponsku trónuni, Filip annar, hevði ongan hug at fara undir ætlanina. Hann metti at trupulleikarnar, sum verkfrøðingar vístu á, vóru alt ov umfatandi. Hann skal eisini hava sagt, at ætlanin var “ímóti Guds vilja.[ tørvar keldu] Í 1880 átók eitt franskt felag, undir leiðslu av fransmanninum Ferdinant de Lesseps, sær at gera Panamaveitina. Ferdinant de Lesseps hevði staði á odda, tá Suez veitin var grivin, og var kendur fyri bragdi, sum Suezveitin var mett at vera.

Tá fransmenn fóru til verka gjørdist skjótt greitt, at her vóru trupulleikar, sum ikki var roknað við frammanundan. Fyrsti stóri trupulleikin, ið tók seg upp vóru mongu lívshóttandi sjúkurnar, sum raktu arbeiðsfólkið. Talan var um sjúkur, sum t.d. kolera, malaria, gulur fepur og pest. Fyri hesar sjúkur fanst tá ongin grøð­andi heilivágur. Og lendið var eisini ein stór plága í nógvar aðrar mátar. Har var hópur av eitrandi slangum, flogkyktum, mórudíkjum, kyksendi, flóðaldum og jarðskjálvtum. Arbeiðsfólkið var eisini plága av skriðulopum, ið kundu taka meira enn 55.000 rúmmetrar av mold og fjala hús, jarnbreytir og gravimaskinur í hópatali. Vanliga tók tað arbeiðsfólkinum fleiri vikur at rudda upp eftir slík skriðulop. Mett var at 21.900 mans lótu lív, tá fransmenn stóðu fyri arbeiðinum. Tað vóru túsundtals franskir smáspararar, ið fíggjaðu verkætlanina hjá Ferdinant de Lesseps, ið endaði sum ein av heimsins størstu gølum, tá verkætlanin fór á húsagang. Fyri at bjarga tí, sum bjargast kundi var eitt annað felag stovnað, men eisini tað miseydnaðist.

Í 1902 eydnaðist at selja verkætlanina til USA fyri 40 milliónir dollarar, sum tá sjálvandi var ein risa upphædd. Men amerikanarar vóru nøgdir við handilin, og við forsetanum Theodore Roosevelt var við góðum hugi farið undir arbeiði at knýta saman Atlantshavið og Kyrrahavið. Amerikanarar mettu sjálvandi ikki at hetta fór at vera ein stórvegis trupul uppgáva, men ongantíð áður hevur ein byggiætlan rent seg í so nógvar forðingar. Tá verkætlanin var liðug var mett at umleið 27.500 arbeiðsmenn høvdu latið lív frá tí, at fransmenn byrjaðu arbeiðið til veitin var liðug í 1914.[ tørvar keldu]

Other Languages
Afrikaans: Panamakanaal
Alemannisch: Panamakanal
aragonés: Canal de Panamá
العربية: قناة بنما
অসমীয়া: পানামা খাল
asturianu: Canal de Panamá
azərbaycanca: Panama kanalı
башҡортса: Панама каналы
Boarisch: Panamakanal
žemaitėška: Panamas kanals
беларуская: Панамскі канал
беларуская (тарашкевіца)‎: Панамскі канал
български: Панамски канал
भोजपुरी: पनामा नहर
brezhoneg: Kanol Panamá
bosanski: Panamski kanal
Mìng-dĕ̤ng-ngṳ̄: Panama Ông-ò̤
Cymraeg: Camlas Panama
Deutsch: Panamakanal
ދިވެހިބަސް: ޕެނަމާ ކެނަލް
Ελληνικά: Διώρυγα Παναμά
English: Panama Canal
Esperanto: Panama kanalo
français: Canal de Panama
客家語/Hak-kâ-ngî: Panama Yun-hò
עברית: תעלת פנמה
हिन्दी: पनामा नहर
Fiji Hindi: Panama Canal
hrvatski: Panamski kanal
interlingua: Canal de Panama
Bahasa Indonesia: Terusan Panama
Ilokano: Kanal Panama
日本語: パナマ運河
Basa Jawa: Terusan Panama
ქართული: პანამის არხი
한국어: 파나마 운하
къарачай-малкъар: Панама илипин
Кыргызча: Панама каналы
Lëtzebuergesch: Panamakanal
Limburgs: Panamaknaal
lumbaart: Canal de Panama
lietuvių: Panamos kanalas
latviešu: Panamas kanāls
олык марий: Панама канал
Baso Minangkabau: Tarusan Panama
македонски: Панамски Канал
മലയാളം: പനാമ കനാൽ
Bahasa Melayu: Terusan Panama
नेपाली: पानामा नहर
नेपाल भाषा: पनामा नहर
Nederlands: Panamakanaal
norsk nynorsk: Panamakanalen
ਪੰਜਾਬੀ: ਪਨਾਮਾ ਨਹਿਰ
Piemontèis: Canal ëd Panamà
پنجابی: نہر پانامہ
português: Canal do Panamá
română: Canalul Panama
tarandíne: Canale de Panama
русиньскый: Панамскый канал
srpskohrvatski / српскохрватски: Panamski kanal
Simple English: Panama Canal
slovenčina: Panamský prieplav
slovenščina: Panamski prekop
Soomaaliga: Kanaalka Banama
српски / srpski: Панамски канал
Seeltersk: Panamakanoal
svenska: Panamakanalen
Türkmençe: Panama kanaly
Türkçe: Panama Kanalı
татарча/tatarça: Panama kanalı
українська: Панамський канал
oʻzbekcha/ўзбекча: Panama kanali
vepsän kel’: Panaman kanal
Tiếng Việt: Kênh đào Panama
Yorùbá: Ìladò Panamá
Zeêuws: Panamakanaol
Bân-lâm-gú: Panama Ūn-hô