Byrjanin, Kill 'Em All (1981-83)
Metallica byrjaði í Los Angeles, Kalifornia í 1981, tá ið Lars Ulrich koyrdi eina lýsing í blaðið "The Recycler", ið las: "Drummer looking for other metal musicians to jam with
Tygers of Pan Tang,
Diamond Head and Iron Maiden." ("Trummuspælari, ið leitar eftir aðrir metal tónleikarir at spæla Tygers of Pan Tang, Diamond Head og Iron Maiden saman við") James Hetfield svaraði lýsingina við at ringa til Lars. James var ógvuliga smæðin tá hann var ungur, og mátti fáa eitt skump frá vinmannin
Hugh Tanner. Aftaná Lars og James høvdu spælt saman, sóu teir møguleikar. Teir fóru at taka ein sang upp til
Metal Massacre hjá
Metal Blade Records. Teir fingu vinin,
Ron McGovney at spæla bass, og
Dave Mustaine (nú
Megadeth) á gittar. Sangurin fekk nóg nógva uppmerking til at spæla teirra fyrsta framførslu í 1982. Lars fekk Ron Quintana at finna uppá nøvn til teir. Til endans kundi hann velja ímillum MetalMania og Metallica, har hann valdi tað seinna. Metallica var enduliga stovna.
James og Lars vóru ónøgdir við Ron McGovney, og ætlaðu at skifta hann út. Á ein túr í
Whisky A Go Go, ein bar í Hollywood, hoyrdu teir Cliff Burton spæla. Báðir James og Lars elskaðu tað ljóði Cliff fekk sín bass at gera. Teir fóru upp til hann og prátaðu um hann vildi vera við í bólk teirra. Cliff var við uppá tað, men hann vildi hava teir at flytta til San Francisco. Cliff Burton kom uppí Metallica, og teir fluttu. Tá vóru teir klárir at geva eitt album út, tó funnu teir útav at teir ikki høvdu nóg nógvan pening til at upptaka tað.
Megaforce Records góvu teimun møguleikan at taka fløguna upp. Tá teir skuldu byrja at taka upp, blakaðu teir Dave Mustaine út úr bólkinum vegna hansara alkahol misnýtslu, ið seinni leiddi til ein beiskan Dave seinni í árini. Hann dámdi ikki Kirk Hammet, tí hann helt hann stjala sítt pláss. Sama dag fingu teir Kirk Hammet at taka yvir. Kirk fekk boð tá hann bleiv ringdir upp, meðan hann sat á vesi 1. Apríl og helt tað var
aprílsnar, men kom kortini. Teir vóru klárir at gera fløguna uttan fleiri trupulleikar. Tá teir vóru lidnir, máttu teir komu upp við navn til fløguna. Teir høvdu avtalt at fløgan skuldi eita "Metal Up Your Ass", men tað hildu Megaforce Records ikki teir kundu geva út og Cliff svaraði skemtiliga "Kill 'em all" til Megaforce, tí teir ikki vildi geva eitt óhóskandi navn út. Á henda hátt kom navnið á fyrstu fløguna hjá Metallica. Saman við
Raven byrjaðu teir ein tour, ið æt Kill 'Em All for One.