Lógarbrot

Vektin skal vísa, at verja og ákæra skulu nágreiniliga vegast.

Kriminalitetur er øll lógarbrot, ið geva revsing. Vanliga nevna vit alt lógarbrot, tað verið seg herverk ella súkklustuldur, morð ella ran. Summi lógarbrot fara um landamørk. Til dømis yvirgangur, flográn ella rúsevnissmugling. Nógv lond hava sett á stovn felags, altjóða løgregluna Interpol at berjast ímóti slíkum lógarbrotum. Høvuðssætið hjá Interpol er í París. Serligar avtalur eru gjørdar millum londini um, hvussu lógarbrótarar kunnu latast úr einum landi upp í hendurnar á myndugleikunum í øðrum landi.

  • føroyar

Føroyar

Í øllum samfeløgum eru fyriskipanir og lógir. Í Føroyum sigur eina mest revsilógin okkum, hvat ið er ólógligt, men eisini eru nógvar aðrar lógir. Í lógunum stendur, hvussu ið revsað verður. Í revsilógini standa tær vanligu treytirnar, fyri at ein kann revsast. Til dømis er hon soleiðis orðað, at lógaldurin er 15 ár. Tað merkir, at ung yngri enn 15 ár kunnu ikki verða handtikin, dømd ella revsað. Føroya Rættur er okkara dómstólur. Her tekur dómarin støðu til lógarbrotini, til dømis herverk ella stuldur. Dómur kann verða skotin inn fyri landsrættin. Av tí, at dómsvaldið í Føroyum er danskt, skal danski landsrætturin viðgera slík mál. Tveir landstættir eru, Vestari landsrættur í Viborg og Eystari landsrættur í Keypmannahavn, sum er tann, ið kemur til Føroya nakrar ferðir um árið at viðgera dómsmál. Summi álvarsmál skulu fyri nevningating. Í nevningatinginum eru 12 nevningar og dómarin. Nevningarnir gera av, um ákærdi er ósekur/sekur, men skal ein verða sekur, skulu minst 8 av nevningunum vera samdir um tað. Nevningarnir saman við dómaranum áseta revsingina. Ovasti dómstólur í rættarskipanini nevnist Hægstirættur.

Fyrr var deyðarevsing fyri heilt álvarslig lógarbrot, og enn eru mong lond, har summir lógarbrótarar, til dømis drápsfólk, verða avrættað. Í Danmørk, og tí eisini í Føroyum, varð deyðarevsing tikin av í 1930. Fyri álvarsom lógarbrot kunnu fólk nú verða dømd at sita - treytaleys revsing. Tá ið ein tíð er farin, ber til at sleppa út ávísar tíðir. Eisini er vanligt at fangar, sum skikka sær væl í fongslinum, sleppa út, áðrenn teir hava sitið alla tíðina, teir eru dømdir at sita. Teytað revsing er linari dómur. Tá verður revsingin útsett og fellur burtur eftir ávísari tíð, um ákærdi ikki aftur brýtur lógina hesa tíðina.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Other Languages
Afrikaans: Misdaad
العربية: جريمة
azərbaycanca: Cinayət
беларуская: Злачынства
беларуская (тарашкевіца)‎: Злачынства
български: Престъпление
भोजपुरी: अपराध
বাংলা: অপরাধ
brezhoneg: Torfed
bosanski: Kriminal
català: Crim
کوردی: تاوان
čeština: Trestný čin
Чӑвашла: Криминал
Cymraeg: Trosedd
Deutsch: Verbrechen
Ελληνικά: Έγκλημα
English: Crime
Esperanto: Krimo
español: Crimen
eesti: Kuritegu
euskara: Krimen
فارسی: بزه
suomi: Rikos
français: Crime
Frysk: Misdie
Gaeilge: Coireacht
galego: Crime
עברית: עבירה
हिन्दी: अपराध
hrvatski: Kazneno djelo
Bahasa Indonesia: Pidana
Ido: Krimino
íslenska: Glæpur
italiano: Crimine
日本語: 犯罪
Patois: Kraim
Basa Jawa: Kadurjanan
ქართული: დანაშაული
қазақша: Қылмыс
ಕನ್ನಡ: ಅಪರಾಧ
한국어: 범죄
Latina: Scelus
latviešu: Noziegums
македонски: Злосторство
मराठी: अपराध
Bahasa Melayu: Jenayah
Mirandés: Crime
မြန်မာဘာသာ: ရာဇဝတ်မှု
Nederlands: Misdaad
occitan: Crime
ਪੰਜਾਬੀ: ਜੁਰਮ
português: Crime
Runa Simi: Q'uma
română: Infracțiune
русский: Преступление
Scots: Crime
srpskohrvatski / српскохрватски: Kriminal
සිංහල: අපරාධ
Simple English: Crime
slovenčina: Trestný čin
slovenščina: Kriminal
Soomaaliga: Gef
српски / srpski: Злочин
svenska: Brott
தமிழ்: குற்றம்
తెలుగు: నేరం
тоҷикӣ: Ҷиноят
Tagalog: Krimen
Türkçe: Suç
українська: Злочин
اردو: جُرم
oʻzbekcha/ўзбекча: Jinoyat
Tiếng Việt: Tội phạm
Winaray: Krimen
ייִדיש: פארברעכן
中文: 犯罪
文言: 罪犯
Bân-lâm-gú: Hoān-chōe
粵語: 犯罪