Italia
English: Italy

Repubblica italiana
Flagg Italia
(Flagg Italia)
Skjaldarmerki Italia
(Skjaldarmerki Italia)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Fratelli d'italia
EU location ITA.png
Alment málItalskt
HøvuðsstaðurRóm
ForsetiSergio Mattarella
ForsætisráðharriGiuseppe Conte
Fullveldi17. mars 1861
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
301 338 km²
2,4
Íbúgvar
 - tilsamans 2015
 - tættleiki
 
60 674 003
199,18/km²
GjaldoyraEvro
TíðarøkiUTC +1
Økisnavn á alnetinum.it
Telefonkota+39

Italia (italskt: Repubblica Italiana) er lýðveldi í Evropa. Italia hevur mark við Frakland í vestri, Sveis og Eysturríki í norði og Slovenia í eystri. Tveir lítlir statir eru í Italia, San Marino liggur mitt í Italia í fjallarøðini Apenninunum, umleið mitt ímillum Róm og Venesia. Vatikanið liggur í høvuðsstaði Italiu, Róm. Nakrir av størru býunum í Italia eru Milano, Firense, Torino, Napoli, Róm og Venesia. Landið hevur umleið 60 mió. íbúgvar. Høvuðsmálið er italskt. Áðrenn 1861 vóru tað fleiri smá lond í tí sum nú er Italia, men í 1861 savnaði kongurin á Sardina, Victor Emanuel 2, øll hesi til eitt stórt kongsríki. Italia var eitt kongsríki til 1946, tá landið gjørdist lýðveldi.

Italia er land við ríkari søgu, og serliga tvey tíðarskeið: Rómverjatíðin í fornøld og endur reinartíðin, sum tók seg upp í 15. øld, hava veitt landinum dýran mentanararv. Hóast Italia nú á døgum er av fremstu ídnaðarlondum í heimunum, er stórur munur á ríku ídnaðarøkjunum fyri norðan og fátakaru landbúnaðarøkjum fyri sunnan. Stóri búskaparligi munurin elvir til spenning í landinum og er ein av atvoldunum til mongu stjórnarskiftini.

Flestu fólk í Italia eru katolikkar.

Søga

Stóran part av søgu sínari hevur Italia verið sundurbýtt land. Fyrstu ferð ríkið varð sameint var í rómverjatíðini í máttmikla Rómverjaríkinum. Í miðøld var landið býtt sundur í mong ríki, og tað varð ikki savnað aftur fyrr enn í 1861. Tey fyrstu árini var Torino høvuðsstaður. Fra 1864 til 1871 var høvuðsstaðurin Firenze, og seinni gjørdist Róm høvuðsstaðurin.

Eldri søga

Í 8. og 7. øld f.Kr. settu grikkar búgv í syðra parti av Italiu og nevdu tað Magna Graecia (Stór-Grikkaland). Um nøkulunda somu tíð mentist tann etruskiska mentanin í norðara parti av tí italsu hálvoynni. Frá 7. til 5. øld f.Kr. stýrdu teir rómversku kongarnir og síðan tað rómverska lýðveldið og Rómverska keisaraveldið, Imperium Romanum og Rómverjaríkið. Tíðin frá 6. øld og til samlingina í 1861 var plágað av stríðandi smástatum. Henda tíðin var tó eisini merkt av ríkum handilsbýum sum Venesia og Firenze og Renessansuni, la rinacimento (endurføðingin, renaissance er tann franska týðingin av hesum), tvs. av tí antikku stórbæri (Rómverjaríkið). Tann italska renessansan metin sína byrjan frá árinum 1300, við tí gudommuliga sjónleikinum hjá Dante (La Divina Commedia). Renessansan, sum í líka so stóran mun var eitt búskaparligt-civilisatoriskt tíðarskeið sum eitt mentanarligt ella listasøguligt, blómaði fyrst í 1500-talinum, og hevði longu tá spjatt síni ideal kring allan vesturheimin ella tann kristna heimin. Columbus, sum fann Amerika, var føddur italienari (føddur í Genova). Amerika sum heimspartur varð seinni uppkallað eftir tí italska katografinum Amerigo Vespucci. Renessansan kom til Danmarkar og onnnur Norðurlond via Niðurlond eftir handilsrutunum gjøgnum Rhinen og serliga úr Fraklandi.

Jarðskjálvti 2008

Mánadagin 6. apríl í 2009 varð Abruzzo-landsparturin í Italia raktur av einum jarðskjálvta, ið varð máldur til 6,3 á richterstiganum. 308 fólk lótu lív. Skjálvtin legði m.a. í oyði søguliga miðbýin í landspartahøvuðsstaðnum L’Aquila, ið varð harðast rakti býurin í landspartinum.

Fólkatalsfrøði

Fólkatalið í Italia er vaksið nógv síðan 1861

Italia hevur 60.626.442 íbúgvar sambært hagtølum frá kommununum 1. januar 2011 (Anagrafe).[1] Fólkatættleikin í Italia á 201/km², er hægri enn í flestu vesturevropeisku londunum. Tó er tað sera ójavnt, hvar ið fólkatættleikin er størstu. Tey tættast bygdu økini eru Po-dalurin, har nærum helmingurin av fólkunum búgva, og stórbýarøkini í Róm og Napoli, meðan øki við høgum fløllum, sum t.d. Alpurnar og Apenninafjøllini, Basilikata og oyggin Sardinia ikki eru tætt bygd.

Fólkatalið í 20. øld í Italia bleiv nærum dupult so stórt, men mynstrið fyri fólkavøkstri var sera ójavnt, orsakað av innlendis flyting frá landøkjum í suðri til ídnaðarbýir í norði. Hetta hendi serlig aí 1950-60'árunum. Harafturat er stór fólkatilflyting til landið farin fram í 1980'unum fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð. Sambært italsku stjórnini, búðu 4.570.317 útlendingar í Italia í januar 2011.[2]

Landfrøði

Stivlaskapaða landið er norðan úr høgu, jøkulklæddu Alpunum suður í turra, heita fjallalendið, langt suðuri í Miðjarðarhavi. Sardinia og Silkioy, ið eru størstu oyggjar í Miðjarðarhavi, hoyra báðar til Italia. Beint sunnan fyri Sikiloy er lítla sjálvstøðuga oyggjalandið Malta. Á italska meginlandinum eru tvey smá ríki, San Marino og Vatikanríkið. Róm, eisini kallaður tann ævigi býurin, er høvuðsstaðurin.

Størstu býir (fólkatalið í landslutinum pr. 1. januar 2007)[3]:
Róm 4 010 000 íbúgvar
Milano 3 890 000 íbúgvar
Napoli 3 090 000 íbúgvar
Torino 2 250 000 íbúgvar
Palermo 1 240 000 íbúgvar

Størstu oyggjar:
Sisilia 25 708 km²
Sardinia 24 090 km²
Elba 223 km²

Longstu áir:
Po 670 km
Adige 410 km
Tiber 405 km

Størstu vøtn:
Gardasjógvurin 370 km²
Lago Maggiore 212 km²
Lago di Como 146 km²

Hægstu fjøll:
Monte Bianco 4 810 m
Monte Rosa 4 634 m
Monte Cervino 4 478 m
Gran Paradiso 4 061 myh.

Størstu vulkanir:
Etna 3 323 m
Vesuv 1 277 m

Politikkur

Giuseppe Conte
Forsætisráðharri síðan 2018.
Sergio Mattarella
Forseti síðan 2015.

Italia hevur verið ein einarstatur og parlamentariskt lýðveldi síðan 2. juni 1946, tá tey fóru burtur frá kongsríkinum sum stýrisformi, hetta hendi við einari fólkatkvøðu í 1946. Forsetin í Italia, sum í løtuni er Sergio Mattarella, sum hevur sitið síðin 2015, er hægsti myndugleiki í landinum. Forsetin er valdur í eitt 7 ára tíðarskeið av tjóðartinginum í Italia. Italia hevur eina skrivaða fólkaræðiliga grundlóg, sum var úrslit av arbeiðinum hjá tí grundlógargevandi forsamlingini, ið arbeiddi við hesum frá 1946 til 1948, tað var ein samantvinnan av øllum anti-fasista kreftunum sum luttóku í at stríðnum fyri at berja niður Nazistar og Fasistar undir borgarakrígnum í Italia.[4]

Stjórn

Italia hevur eina parlamentariska stjórn, sum er grundað á proportionala atkvøðuskipan. Tjóðartingið (parlamentið) hevur tvey kømur: tey tvey húsini, umboðsmannatingið (á enskum: Chamber of Deputies) (sum møtist í Palazzo Montecitorio) og Senatið (á enskum: Senate of the Republic), sum heldur til í Palazzo Madama. Hesi bæði kømurini hava líka stórt vald. Forsætisráðharrin, almenni Forsetin fyri Ráðharraráðið (President of the Council of Ministers / Presidente del Consiglio dei Ministri), er stjórnarleiðari. Forsætisráðharrin og stjórnin verða sett av Forsetanum fyri Lýðveldið, (President of the Republic), men má ígjøgnum álitisatkvøðuðgreiðslu í stjórnartinginum fyri at kunna taka við sessunum.

Flóttafólk

Túsundtals flóttafólk úr Afrika royna á hvørjum ári at sleppa inn í Italia fyri at sleppa burturúr fátækradøminum í heimlandinum. Úr Italia ferðast tey víðari, har tey leita eftir størvum. Flóttafólk úr Afrika royna javnan at koma sær inn í Evropa umvegis Miðjarðarhavið. Serliga italska oyggin Lampedusa er væl umtókt hjá flóttafólkunum. Italia er fyrsta steðgistað hjá flóttafólkum úr Norðurafrika, ið ætla at leita sær friðskjól í Evropa. Tí stríðast myndugleikarnir í Italia javnt og samt við flóttafólk, ið royna at koma sær inn í landið. Italia hevur í fleiri umførum biðið um hjálp frá ES, fyri at basa vaksandi trupulleikanum við flóttafólkum, ið royna at koma sær inn í landið. Higartil uttan eydnu [5]. Í oktober 2013 lótu 550 flóttafólk lív í tveimum bátsvanlukkum, tá bátarnir, tey vóru í, koppaðu í farvatninum millum Libya og Lampedusa í Italia. Í 2013 tók kjakið um flóttafólk seg upp aftur, eftir at eldur kom í ein bát við flóttafólkum úr Afrika beint við oynna Lampedusa. Í minsta lagi 520 fólk lótu lív, og 155 vórðu bjargað [6]. Bert eina viku seinni sakk enn ein bátur við flóttafólkum stutt frá Sisilia. Tá sjólótust 27 fólk, men meir enn 200 vórðu bjargað. Allarflestu flóttafólkini vóru úr Eritrea, Somalia og Gana.

Fyrisitingarligar eindir

Kort yvir tær 20 regiónirnar í Italia.

Italia er býtt sundur í 20 fyrisitingarligar regiónir:

RegiónHøvuðsbýurStødd (km²)Stødd (sq mi)Fólkatal
AbruzzoL'Aquila10.7634.1561.342.177
Aosta ValleyAosta3.2631.260128.129
ApuliaBari19.3587.4744.090.577
BasilicataPotenza9.9953.859587.680
CalabriaCatanzaro15.0805.8222.011.537
CampaniaNapoli13.5905.2475.833.131
Emilia-RomagnaBolonja22.4468.6664.429.766
Friuli-Venezia GiuliaTrieste7.8583.0341.235.761
LazioRóm17.2366.6555.724.365
LiguriaGenova5.4222.0931.616.993
LombardiaMilano23.8449.2069.909.348
MarcheAncona9.3663.6161.564.886
MoliseCampobasso4.4381.713319.834
PiemonteTorino25.4029.8084.456.532
SardiniaKagliari24.0909.3011.675.286
SisiliaPalermo25.7119.9275.050.486
TuskanaFirenze22.9938.8783.749.074
Trentino-Alto Adige/SüdtirolTrento13.6075.2541.036.639
UmbriaPerugia8.4563.265906.675
VenetoVenezia18.3997.1044.936.197

Mentan

Italia er kent fyri sína list og mentan. Her eru ein røð av kendum bygningsverkum frá forntíðini og stórheitstíðini hjá Rómverjaríkinum. Tey kendastu og týdningarmestu bygningsverkini í Italia eru: Skeiva tornið í Pisa, Kolosseum, Castel Sant'Angelo, Forum Romanum og Pantheon í Róm og dómkirkjurnar í Firenze og Venesia. Italskur matur, vín, design, bókmentir, list, tónleikur (sertakliga opera) v.m. er kent kring allan heimin. Serliga er økið Toscana vældámt sum eitt feriu-, arbeiðs- og uppløðingarstaður (rekreasjón) av mentanarligum persónum kring heimin.

Renessansan vant uppá seg í Italia í 13- og 1400-tallinum. Skøld sum Dante Alighieri, Francesco Petrarca, Torquato Tasso og Ludovico Ariosto, og rithøvundar sum Giovanni Boccaccio, Niccolò Machiavelli og Baldassare Castiglione fingu sera stóra og varandi ávirkan á menningina av tí evropeisku mentanini. Tað sama fingu italskir málarar, myndahøggarar og arkitektar sum Filippo Brunelleschi, Leonardo da Vinci, Rafael, Sandro Botticelli, Fra Angelico og Michelangelo Buonarroti. Freskurnar hjá Michelangelo undir takinum í tí Sixtinska kapellnum í Vatikaninum er saman við hansara standmynd av David sum tey allarfremstu súmbolini á renessansuna.

Tónasmiðir sum Giovanni da Palestrina, Claudio Monteverdi, Arcangelo Corelli og Antonio Vivaldi settu sín dám á barokk-tíðina, meðan romantikarar sum Gioacchino Rossini, Giuseppe Verdi og Giacomo Puccini víðarimentu tað italsku operuna, soleiðis sum vit kenna hana í dag.

Hygg eisini at

Ávísingar úteftir

  • Almenn heimasíða hjá italsku stjórnini: governo.it (á italskum)

Keldur

  1. Istituto Nazionale di Statistica. "Resident population on 1st January". http://dati.istat.it/Index.aspx?lang=en. Heintað 19 December 2011. 
  2. >Istituto Nazionale di Statistica. "Foreign resident population on 1st January". http://dati.istat.it/Index.aspx?lang=en. Heintað 19 December 2011. 
  3. ISTAT
  4. Smyth, Howard McGaw Italy: From Fascism to the Republic (1943–1946) The Western Political Quarterly vol. 1 no. 3 (pp. 205–222), September 1948
  5. http://www.france24.com/en/20131004--italy-calls-EU-help-lampedusa-boat-sinking-tragedy-immigration/
  6. http://www.bbc.com/news/world-europe-24866338


Lond í Evropa
Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadsjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Lettland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg |
Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið
Sjálvstýrandi øki: Akrotiri og Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man
1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum.


Flag of Europe.svg
Lond í Evropeiska Samveldinum
Flag of Europe.svg
Belgia | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Grikkaland | Italia | Kekkia | Kroatia | Kýpros | Lettland | Litava | Luksemburg | Malta | Niðurlond | Pólland | Portugal | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Svøríki | Týskland | Ungarn


Heimsins lond | Evropa


Flag of NATO.svg
Flag of NATO.svg
Lond í NATO
Albania | Belgia | Bulgaria | Estland | Danmark | Frakland | Italia | Ísland | Kanada | Kekkia | Kroatia | Lettland | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia | Montenegro | Niðurlond | Noreg | Portugal | Pólland | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Turkaland | Týskland | Ungarn | USA
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Other Languages
Аҧсшәа: Италиа
Acèh: Itali
адыгабзэ: Италие
Afrikaans: Italië
Akan: Italy
Alemannisch: Italien
አማርኛ: ጣልያን
aragonés: Italia
Ænglisc: Italia
العربية: إيطاليا
ܐܪܡܝܐ: ܐܝܛܠܝܐ
مصرى: ايطاليا
অসমীয়া: ইটালী
asturianu: Italia
авар: Италия
Aymar aru: Italiya
azərbaycanca: İtaliya
تۆرکجه: ایتالیا
башҡортса: Италия
Bali: Italia
Boarisch: Italien
žemaitėška: Italėjė
Bikol Central: Italya
беларуская: Італія
беларуская (тарашкевіца)‎: Італія
български: Италия
भोजपुरी: इटली
Bislama: Itali
বাংলা: ইতালি
བོད་ཡིག: ཨི་ཏ་ལི།
বিষ্ণুপ্রিয়া মণিপুরী: ইতালি
brezhoneg: Italia
bosanski: Italija
ᨅᨔ ᨕᨘᨁᨗ: Italia
буряад: Итали
català: Itàlia
Chavacano de Zamboanga: Italia
Mìng-dĕ̤ng-ngṳ̄: É-dâi-lé
нохчийн: Итали
Cebuano: Italya
Chamoru: Italia
ᏣᎳᎩ: ᎢᏔᎵ
Tsetsêhestâhese: Italy
کوردی: ئیتالیا
corsu: Italia
Nēhiyawēwin / ᓀᐦᐃᔭᐍᐏᐣ: ᐃᑕᓖ
qırımtatarca: İtaliya
čeština: Itálie
kaszëbsczi: Italskô
словѣньскъ / ⰔⰎⰑⰂⰡⰐⰠⰔⰍⰟ: Їталїꙗ
Чӑвашла: Итали
Cymraeg: Yr Eidal
dansk: Italien
Deutsch: Italien
Zazaki: İtalya
dolnoserbski: Italska
डोटेली: इटाली
ދިވެހިބަސް: އިޓަލީވިލާތް
ཇོང་ཁ: ཨྀཊ་ལི་
eʋegbe: Italy
Ελληνικά: Ιταλία
emiliàn e rumagnòl: Itâglia
English: Italy
Esperanto: Italio
español: Italia
eesti: Itaalia
euskara: Italia
estremeñu: Italia
فارسی: ایتالیا
Fulfulde: Italiya
suomi: Italia
Võro: Itaalia
Na Vosa Vakaviti: Itali
français: Italie
arpetan: Étalia
Nordfriisk: Itaalien
furlan: Italie
Frysk: Itaalje
Gaeilge: An Iodáil
Gagauz: İtaliya
贛語: 意大利
kriyòl gwiyannen: Itali
Gàidhlig: An Eadailt
galego: Italia
Avañe'ẽ: Itália
गोंयची कोंकणी / Gõychi Konknni: इटली
𐌲𐌿𐍄𐌹𐍃𐌺: 𐌹𐍄𐌰𐌻𐌾𐌰
ગુજરાતી: ઈટલી
Gaelg: Yn Iddaal
Hausa: Italiya
客家語/Hak-kâ-ngî: Yi-thai-li
Hawaiʻi: ʻĪkālia
עברית: איטליה
हिन्दी: इटली
Fiji Hindi: Italy
hrvatski: Italija
hornjoserbsce: Italska
Kreyòl ayisyen: Itali
magyar: Olaszország
հայերեն: Իտալիա
Արեւմտահայերէն: Իտալիա
interlingua: Italia
Bahasa Indonesia: Italia
Interlingue: Italia
Igbo: Italy
Ilokano: Italia
ГӀалгӀай: Итали
Ido: Italia
íslenska: Ítalía
italiano: Italia
ᐃᓄᒃᑎᑐᑦ/inuktitut: Italy
日本語: イタリア
Patois: Itali
la .lojban.: italias
Jawa: Itali
ქართული: იტალია
Qaraqalpaqsha: İtaliya
Taqbaylit: Ṭelyan
Адыгэбзэ: Италэ
Kabɩyɛ: Itaalii
Kongo: Italia
Gĩkũyũ: Itari
қазақша: Италия
kalaallisut: Italia
ភាសាខ្មែរ: អ៊ីតាលី
ಕನ್ನಡ: ಇಟಲಿ
한국어: 이탈리아
Перем Коми: Италья
къарачай-малкъар: Италия
Ripoarisch: Italie
kurdî: Îtalya
коми: Италия
kernowek: Itali
Кыргызча: Италия
Latina: Italia
Ladino: Italia
Lëtzebuergesch: Italien
лезги: Италия
Lingua Franca Nova: Italia
Luganda: Yitale
Limburgs: Italië
Ligure: Italia
lumbaart: Itàlia
lingála: Italya
لۊری شومالی: ایتالٛیا
lietuvių: Italija
latgaļu: Italeja
latviešu: Itālija
मैथिली: इटाली
Basa Banyumasan: Italia
мокшень: Италие
Malagasy: Italia
олык марий: Италий
Māori: Itāria
Minangkabau: Italia
македонски: Италија
മലയാളം: ഇറ്റലി
монгол: Итали
मराठी: इटली
Bahasa Melayu: Itali
Malti: Italja
Mirandés: Eitália
မြန်မာဘာသာ: အီတလီနိုင်ငံ
مازِرونی: ایتالیا
Dorerin Naoero: Itari
Nāhuatl: Italia
Napulitano: Italia
Plattdüütsch: Italien
Nedersaksies: Italiën
नेपाली: इटाली
नेपाल भाषा: इटाली
Nederlands: Italië
norsk nynorsk: Italia
norsk: Italia
Novial: Italia
ߒߞߏ: ߌߕߊߟߌ߫
Nouormand: Italie
Sesotho sa Leboa: Italia
Chi-Chewa: Italia
occitan: Itàlia
Livvinkarjala: Itualii
Oromoo: Xaaliyaanii
ଓଡ଼ିଆ: ଇଟାଲୀ
Ирон: Итали
ਪੰਜਾਬੀ: ਇਟਲੀ
Pangasinan: Italia
Kapampangan: Italya
Papiamentu: Italia
Picard: Italie
Deitsch: Idali
Pälzisch: Italien
पालि: इटली
Norfuk / Pitkern: Italii
polski: Włochy
Piemontèis: Italia
پنجابی: اٹلی
Ποντιακά: Ιταλία
پښتو: اېټاليا
português: Itália
Runa Simi: Italya
rumantsch: Italia
romani čhib: Italiya
Kirundi: Ubutariyano
română: Italia
armãneashti: Italia
tarandíne: Itaglie
русский: Италия
русиньскый: Італія
Kinyarwanda: Ubutaliyani
संस्कृतम्: इटली
саха тыла: Италия
ᱥᱟᱱᱛᱟᱲᱤ: ᱤᱴᱟᱞᱤ
sardu: Itàlia
sicilianu: Italia
Scots: Italy
سنڌي: اٽلي
davvisámegiella: Itália
Sängö: Italùii
srpskohrvatski / српскохрватски: Italija
සිංහල: ඉතාලිය
Simple English: Italy
slovenčina: Taliansko
slovenščina: Italija
Gagana Samoa: Italia
chiShona: Italy
Soomaaliga: Talyaaniga
shqip: Italia
српски / srpski: Италија
Sranantongo: Italiyanikondre
SiSwati: INtaliyane
Sesotho: Ithali
Seeltersk: Italien
Sunda: Italia
svenska: Italien
Kiswahili: Italia
ślůnski: Italijo
Sakizaya: Italy
தமிழ்: இத்தாலி
ತುಳು: ಇಟಲಿ
తెలుగు: ఇటలీ
tetun: Itália
тоҷикӣ: Итолиё
ትግርኛ: ኢጣልያ
Türkmençe: Italiýa
Tagalog: Italya
Setswana: Italia
Tok Pisin: Itali
Türkçe: İtalya
Xitsonga: Ithali
татарча/tatarça: Италия
chiTumbuka: Italy
Twi: Italy
reo tahiti: ’Itāria
тыва дыл: Италия
удмурт: Италия
ئۇيغۇرچە / Uyghurche: ئىتالىيە
українська: Італія
اردو: اطالیہ
oʻzbekcha/ўзбекча: Italiya
Tshivenda: Italy
vèneto: Itałia
vepsän kel’: Italii
Tiếng Việt: Ý
West-Vlams: Itoalië
Volapük: Litaliyän
walon: Itåleye
Winaray: Italya
Wolof: Itaali
吴语: 意大利
isiXhosa: IItaly
მარგალური: იტალია
ייִדיש: איטאליע
Yorùbá: Itálíà
Vahcuengh: Eiqdaihleih
Zeêuws: Itâlië
中文: 意大利
文言: 義大利
Bân-lâm-gú: Í-tāi-lī
粵語: 意大利
isiZulu: ITaliya