Hydra

Á havnalagnum í høvuðsbýnum Hydra síggjast ofta esil, ið verða brúkt í staðin fyri bilar.
Standmynd av Andreas Miaoulis (1768–1835) admiralur og politikari.

Hydra (Grikskt mál: Ύδρα / Idra) er ein griksk oyggj, sum liggur í oyggjabólkinum Saronisku Oyggjarnar, sum liggja í Egearahavinum. Hesar oyggjar liggja tætt við Athen og við hálvoynna Peloponnes. Oyggin er 50 km2 til støddar og har búgva umleið 2500 fólk. Tey flestu búgva í høvuðsbýnum, sum eisini eitur Hydra. Aðrar bygdir á oynni eru: Mandraki (33 íbúgvar), Kamini, Vlychos (28), Palamidas (18), Episkopi og Molos (2). Ferðavinna er ein av týdningarmestu vinnunum á Hydra. Har er eingin flogvøllur, men skjóttgangandi bátar og ferðamannaskip sigla hvønn dag millum Pireus, sum er tætt við Athen, og Hydra. Fólk koma ofta eindags útferðir til Hydra. Ferjur sigla eisini til oyggjarnar Egina, Poros og Spetses og til býirnir Nafplion og Monemvasia á Pelopones. Hydra spældi ein stóran leiklut í frælsiskollveltingini í 1821, tá grikkar stríddist fyri at fáa eitt sjálvstøðugt Grikkaland. Landið hoyrdi tá til tað Osmanniska Ríkið. Tað búðu heili 16.000 fólk á Hydra undir frælsiskrígnum.

Kend fólk

Listi við kendum fólkum sum antin eru av oynni Hydra ella hava búð har okkurt tíðarskeið.

  • Andreas Miaoulis (1768–1835) admiralur og politikari
  • Laskarina Bouboulina (1771–1825) hetja í grikska frælsiskrígnum í 1821
  • Iakovos Tombazis (1782–1829) handilsmaður, reiðari og admiralur
  • Georgios Kountouriotis (1789–1858) politikari, forsetaráðharri Greece
  • Leonard Cohen (1934) Kanadiskt skald og sangskrivari
  • Lazaros Kountouriotis gav sítt ríkidømi til griksku sjóverjuna undir tí grikska frælsiskrígnum
  • Antonios Kriezis (1796–1865) kollveltingar stríðsmaður og ein av teimum fyrstu forsetaráðharrunum í tí frælsa Grikkalandi
  • Dimitrios Voulgaris (1802–1878) kollveltingar stríðsmaður, forsetaráðharri í Grikkalandi
  • Athanasios Miaoulis (1815–1867) forsetaráðharri í Grikkalandi
  • Nikolaos Vokos (1854–1902) listamálari
  • Pavlos Kountouriotis (1855–1935) sjóhetja, admiralur og forseti í Grikkalandi
  • Nikolaos Votsis (1877–1931) sjóhetja og admiralur
  • Dorotheus (1888–1957) Erkabiskuppur í Athen og í øllum Grikkalandi
  • Nikos Nikolaou (1909–1986) listamaður
  • Gikas N. Koulouras Reiðari, limur í parlamentinum, filantropistur, stovnari og fyrsti forseti í Grikska Reiðarafelagnum
  • Panayiotis Tetsis (1925) listamálari
  • Michalis Maniatis (1952) films og sjónvarpsleikari, filmsframleiðari, pallskrivari og rithøvundur
  • Rallou Manou, koreografur
  • Emmanuel Tombazis
  • Elena Votsi (f. 1964), smúkkumakari
  • Anastassios Tsamados, Kapteinur á Arès, hann doyði í stríðnum um Sfakteria (1825).
  • Dimitrios Voulgaris
  • Axel Jensen (1932–2003) Norskur rithøvundur
  • George Johnston (1912–1970) Avstralskur blaðmaður og rithøvundur
  • Charmian Clift (1923–1969) Avstralskur rithøvundur
  • Göran Tunström (1937–2000) Svenskur rithøvundur
Other Languages
العربية: هيدرا (جزيرة)
български: Хидра (остров)
brezhoneg: Hydra (enezenn)
català: Hidra (illa)
čeština: Hydra (ostrov)
dansk: Hydra (ø)
Deutsch: Hydra (Insel)
Ελληνικά: Ύδρα
Esperanto: Hidra
español: Hidra (isla)
eesti: Ýdra saar
français: Hydra (île)
galego: Hidra
עברית: הידרה (אי)
hrvatski: Hidra (otok)
magyar: Ídra
Հայերեն: Իդրա
italiano: Idra (isola)
日本語: イドラ島
Nederlands: Hydra (eiland)
norsk nynorsk: Ýdra
português: Hidra (ilha)
русский: Идра
slovenčina: Ydra
slovenščina: Hidra (otok)
српски / srpski: Хидра (острво)
svenska: Hydra (ö)
Türkçe: İdra
українська: Ідра
中文: 伊茲拉島