Fiskiørn

Fiskiørn
Osprey mg 9605.jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Accipitriformes
Familja: Pandionidae
Ætt: Pandion
Slag: P. haliaetus

Fiskiørn ella gjóður (frøðiheiti - Pandion haliaetus) hevur ikki vanligt tilhaldsstað í Føroyum, men er stundum sædd her á landi. Millum annað í apríl mánaða 2008 helt ein fiskiørn til á Hálsvøtnum á Sandoynni. [1] Fiskiørnin hoyrir til bólkin av rovfuglum, men livir næstan 100% av fiski. Fiskaørnin er nógv minni enn havørn og landørn. Omaná er hon dimmbrún, í neðra hvít; føturnir eru gráir. Hon sæst um allan heim, heldur seg mest við vøtn og stórar áir, men eisini úti við sjógv. Hon livir av fiski. Seigliga flýgur hon, einar 10 favnar yvir vatninum, steðgar nú og tá at skimast. Fuglum ger hon aldri nakað, og teir liggja líka tryggir, um teir síggja hana uppi yvir sær. So fær hon eyga á ein fisk, og í stundini stoytir hon sær niður, ofta so hart, at hon fer heilt undir kav, men vatn rínur ikki við hana. Skjótt kemur hon upp aftur, aloftast við fiski í klónum. Ofta baksar hon leingi, áðrenn hon sleppur á flog; ja, tað hendir, af fiskurin vinnur og dregur hana undir kav, so hon kódnar — klørnar krøkir hon so fast í, at hon fær tær ikki úr í bræði, og mangar ferðir hava menn veitt fisk við ørnaklóm í rygginum. — Í Føroyum sæst hon sjaldan; minst tvær ferðir er hon tó skotin. [2]

Keldur

  1. Grein um fiskiørn sædd á Hálsvøtnum á www.Portal.fo
  2. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
Other Languages
Afrikaans: Visvalk
العربية: عقاب نساري
azərbaycanca: Çay qaraquşu
башҡортса: Кәлмәргән
беларуская: Скапа
български: Орел рибар
বাংলা: মাছমুরাল
brezhoneg: Erer-spluj
corsu: Alpana
Чӑвашла: Пулă хурчки
Cymraeg: Gwalch pysgod
dansk: Fiskeørn
Deutsch: Fischadler
Ελληνικά: Ψαραετός
English: Osprey
Esperanto: Fiŝaglo
eesti: Kalakotkas
suomi: Sääksi
Nordfriisk: Faskiarn
Frysk: Fiskearn
Gaeilge: Coirneach
ગુજરાતી: માછીમાર
עברית: שלך
hrvatski: Bukoč
magyar: Halászsas
Հայերեն: Ջրարծիվ
interlingua: Pandion haliaetus
Bahasa Indonesia: Elang tiram
íslenska: Gjóður
日本語: ミサゴ
ქართული: შაკი
한국어: 물수리
Кыргызча: Балыкчы кушу
latviešu: Zivjērglis
македонски: Орел-рибар
मराठी: कैकर
кырык мары: Сексӹ
Bahasa Melayu: Burung Helang Tiram
မြန်မာဘာသာ: ဝန်လက်
Nāhuatl: Acuauhtli
नेपाली: मलाहा चील
Nederlands: Visarend
norsk nynorsk: Fiskeørn
norsk: Fiskeørn
Piemontèis: Pandion haliaëtus
پنجابی: آسپرے
português: Pandion haliaetus
română: Vultur pescar
русский: Скопа
русиньскый: Скоб
саха тыла: Умсан
Scots: Fish-hawk
davvisámegiella: Čiekčá
srpskohrvatski / српскохрватски: Orao ribar
Simple English: Osprey
slovenčina: Kršiak rybár
slovenščina: Ribji orel
српски / srpski: Орао рибар
svenska: Fiskgjuse
Kiswahili: Koho
Tagalog: Osprey
Türkçe: Balık kartalı
татарча/tatarça: Балыкчы карчыга
українська: Скопа
Tiếng Việt: Ó cá
中文:
粵語: 魚鷹