Føroyska sjálvstýrisrørslan

Føroyska flaggið hevði týðandi leiklut í stríðnum um størri sjálvræði í Føroyum. Tann 25. apríl í 1940 verður Merkið viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga av bretska hersetingarvaldinum.

Tann føroyska tjóðskaparrørslan ella føroyska sjálvstýrisrørslan savnaði seg um, hvussu týdningarmikið tað var fyri Føroyar at tryggja tjóðar eyðkenni, mentanararv og samleika. Sjálvstýrisrørslan eigur t.d. sín stóra leiklut í, at vit í dag tosa føroyskt í bæði skúla og kirkju. Av tí at Føroyar í fleiri hundrað ár hava verið í ríkisfelagsskapi við Danmark, hevur danskt mál altíð havt sterka støðu her hjá okkum. Danskt var lógarmál, kirkjumál og skúlamál langt upp í 20. øld. Føroyskt varð ikki undirvísingarmál í skúlanum fyrr enn í 1938. Men ikki fyrr enn í 1939 varð við kgl. fyriskipan givið loyvi til við vanligar gudstænastur at nýta føroyskt mál.


Sum ein avleiðing av Jólafundinum í 1888 varð Føroyingafelag stovnað í januar 1889, og nú kom verulig gongd á sjálvstýrisrørsluna. Mál Føroyingafelags var at vinna føroyska málinum fullar sømdir í egnum landi og fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum og gerast sjálvbjargnir. Tað var um hesa tíðina, at málstríðið byrjaði av álvara. Stríðið um, hvørt danskt ella føroyskt skuldi vera skúla- og kirkjumálið í Føroyum. Ein av slóðbrótarunum fyri føroyskum máli í skúla og kirkju var Jákup Dahl.