Fólkatingið

Seal of the Folketing of Denmark.svg

Fólkatingið er tað lóggevandi tingið í Danmark. Frá 1849 til 1953 var fólkatingið eitt av tveimum kømrum í ríkisdegnum; hitt kamarið var landstingið. Síðan 1953 hevur fólkatingið havt eina eittkamarsskipan. Fólkatingið heldur til á Christiansborg í Keypmannahavn og hevur 179 fólkatingslimir, harav tveir limir eru úr Føroyum og tveir eru úr Grønlandi. Fólkatingslimirnir verða valdir í 19 valdømum í Danmark. Føroyar og Grønland velja sínar limir við egnum valum. Fólkatingslimirnir eru valdir fyri eitt fýraára tíðarskeið. Arbeiðið í fólkatinginum verður leitt av einum presidium, sum umframt fólkatingsformannin, ið verður valdur av fólkatinginum fyrst í skeiðnum, hevur upp til fýra varaformenn. Eftir eitt fólkatingsval skal ein ella fleiri flokkar skipa samgongu, og síðan verða nevndir valdar. Allir fólkatingslimir kunnu koma við lógaruppskotum, sum síðan verða viðgjørd lutvíst í fólkatingssalinum við fyrstu, aðru og triðju viðgerð, og lutvíst í nevndunum.

Other Languages
Ænglisc: Folcaþing
العربية: فولكتنغ
asturianu: Folketing
беларуская: Фолькетынг
беларуская (тарашкевіца)‎: Фолькетынг
Deutsch: Folketing
English: Folketing
Esperanto: Folketing
español: Folketing
eesti: Folketing
euskara: Folketing
فارسی: فلکتین
français: Folketing
galego: Folketinget
עברית: פולקטינג
magyar: Folketing
հայերեն: Ֆոլկետինգ
italiano: Folketing
ქართული: ფოლკეტინგი
한국어: 덴마크 의회
Nederlands: Folketing
norsk nynorsk: Folketinget
polski: Folketinget
português: Folketing
русский: Фолькетинг
sicilianu: Folketing
Simple English: Folketing
svenska: Folketinget
Türkçe: Folketing
українська: Фолькетинг
中文: 丹麥議會