Evropeiska Samveldið

European Union
Evropasamveldið
Flagg Evropasamveldið
(Flagg Evropasamveldið)
Tjóðarslagorð: In Varietate Concordia
Tjóðsangur: Ode to Joy
Global European Union.svg
Alment mál24
HøvuðsstaðurBrússel, Belgia
EvropatingiðMartin Schulz
EvroparáðiðHerman Van Rompuy
Fullveldi
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
4 324 782 km²
3,08%
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
505 665 739
114/km²
Gjaldoyra11
Tíðarøki(UTC 0 til +2)
Økisnavn á alnetinum.eu
Telefonkota+

ES er stytting fyri Evropasamveldið ella Evropeiska Samveldið [1], á donskum og flestu evropeiskum málum verður brúkt styttingin EU, stytting fyri Europæiske Union ella European Union, er eitt samveldi í Evropa. Hugsanin um at stovna eitt samveldi í Evropa kom upp eftir Seinna heimsbardaga, tí evropeisku londini hildu hetta vera einastu leið at sleppa undan fleiri kríggjum í heimspartinum. Felagsskapurin, ið upprunaliga æt EEC (stytting fyri Búskaparligi Felagsmarknaður Evropa), hevur skipað øll limalondini sum ein marknað. Vøra, tænastur og arbeiðsmegi hava frítt at fara limalandanna millum. ES skipar seg nú sum búskaparligt samveldi við einum gjaldoyra, evru, í øllum londunum. Ein onnur framtíðarhugsjón er ES sum politiskt samveldi. Tað vóru tey seks londini, Frakland, Luksemborg, Belgia, Niðurlond, Vesturtýskland og Italia, sum stovnaðu henda felagsskap í Róm í Italia í 1957, og tí verður sjálvur sáttmálin nevndur Rómsáttmálin. Í 1973 komu Stóra Bretland, Danmark og Írland uppí, í 1981 Grikkaland, í 1986 Spania og Portugal og um ársskiftið 1995 Svøríki og Finnland. Føroyar eru ikki við, men hava serligan sáttmála við ES. Sama er við til dømis Íslandi, Sveis og Noregi. Grønland fylgdi Danmørk inn í ES. Tá ið Grønland fekk heimastýri, vórðu viðurskiftini við ES endurskoðað, og Grønland segði seg úr felagsskapinum. Eftir broytingarnar í Eysturevropa seinastu árini, vilja nógv av teimum londunum sleppa upp í Evropasamveldið, og summi hava longu søkt um limaskap. Efir at limalondin góðtóku Maastricht-sáttmálan í 1993, er lagt upp til nógv meira víðfevnandi samstarv enn upprunaliga ætlað.

Í 2014 vóru 28 lond í ES, fólkatalið 506 mió. og í vídd umleið 4,38 mió. km2. Tá ið Japan er frá, er ongastaðni so nógv fólk á hvørjum km2 sum í ES. 24 almenn mál eru í ES og fleiri óalmenn mál. ES-londini eru ídnaðarlond burturav og nógv ríkari enn lond flest. Tað er aðalmál ES at gera eitt Evropa við ongum landamørkum, har vøra og peningur hava frítt at fara. Í ES- og EBS-londunum hava vørur, tænastur, fólk og kapitalur frítt at fara. Hesi “fýra frælsini” gera tað lættari at virka. Føroyar hava ein handilssáttmála, sum gevur ávísum fiskavørum at kalla fría atgongd til ES marknaðin. Mangt og mikið snýr seg um pening, men ES er meira enn tað. Samstarv er á nógvum økjum: vísindi, handil, umhvørvi, undirvísing og uttanríkispolitikkur er nøkur dømi. Nógv halda, at ES er stigið fram ímóti sameindu tjóðum Evropa, við felags gjaldoyra og eisini felags verju og løgreglu.

Other Languages
Afrikaans: Europese Unie
Alemannisch: Europäische Union
aragonés: Unión Europea
asturianu: Xunión Europea
azərbaycanca: Avropa İttifaqı
башҡортса: Европа берлеге
žemaitėška: Euruopas Sājonga
Bikol Central: Union Europea
беларуская: Еўрапейскі Саюз
беларуская (тарашкевіца)‎: Эўрапейскі Зьвяз
български: Европейски съюз
bamanankan: Eropa Jɛkulu
brezhoneg: Unaniezh Europa
bosanski: Evropska unija
català: Unió Europea
Chavacano de Zamboanga: Unión Europea
Mìng-dĕ̤ng-ngṳ̄: Ĕu-ciŭ Lièng-mèng
нохчийн: Европан барт
qırımtatarca: Avropa Birligi
čeština: Evropská unie
dolnoserbski: Europska unija
Esperanto: Eŭropa Unio
español: Unión Europea
estremeñu: Unión Uropea
Nordfriisk: Europäisch Unjoon
客家語/Hak-kâ-ngî: Êu-chû Lièn-mèn
Fiji Hindi: European Union
hrvatski: Europska unija
hornjoserbsce: Europska unija
Kreyòl ayisyen: Inyon Ewopeyèn
Արեւմտահայերէն: Եւրոպական Միութիւն
interlingua: Union Europee
Bahasa Indonesia: Uni Eropa
Interlingue: Europan Union
italiano: Unione europea
日本語: 欧州連合
la .lojban.: ropno gunma
Kabɩyɛ: UE ŋgbɛyɛ
қазақша: Еуропа одағы
kalaallisut: EU
ភាសាខ្មែរ: សហភាពអឺរ៉ុប
한국어: 유럽 연합
Перем Коми: Ӧтласа Европа
къарачай-малкъар: Европа бирлик
kernowek: Unyans Europek
Lëtzebuergesch: Europäesch Unioun
Lingua Franca Nova: Uni European
Limburgs: Europese Unie
lumbaart: Üniun Eurupea
lietuvių: Europos Sąjunga
олык марий: Европа Ушем
македонски: Европска Унија
Bahasa Melayu: Kesatuan Eropah
Mirandés: Ounion Ouropeia
မြန်မာဘာသာ: ဥရောပ သမဂ္ဂ
مازِرونی: اروپای اتحادیه
Napulitano: Aunione europea
Plattdüütsch: Europääsche Union
Nedersaksies: Europese Unie
नेपाल भाषा: युरोपियन युनियन
Nederlands: Europese Unie
norsk nynorsk: Den europeiske unionen
Chi-Chewa: European Union
ਪੰਜਾਬੀ: ਯੂਰਪੀ ਸੰਘ
Papiamentu: Union Oropeo
Piemontèis: Union Europenga
پنجابی: یورپی یونین
português: União Europeia
Runa Simi: Iwrupa Huñu
rumantsch: Uniun europeica
romani čhib: Europikano Ekipen
armãneashti: Uniunea Europeană
tarandíne: Aunìone europèe
русиньскый: Европска унія
sicilianu: Unioni Europea
davvisámegiella: Eurohpá uniovdna
srpskohrvatski / српскохрватски: Evropska unija
Simple English: European Union
slovenčina: Európska únia
slovenščina: Evropska unija
Gagana Samoa: Iuni a Europa
Soomaaliga: Midowga Yurub
српски / srpski: Европска унија
Sunda: Uni Éropa
Kiswahili: Umoja wa Ulaya
Türkçe: Avrupa Birliği
татарча/tatarça: Аурупа берлеге
удмурт: Европа союз
ئۇيغۇرچە / Uyghurche: ياۋروپا ئىتتىپاقى
українська: Європейський Союз
oʻzbekcha/ўзбекча: Yevropa Ittifoqi
vèneto: Union Eoropea
vepsän kel’: Evropan Ühtištuz
Tiếng Việt: Liên minh châu Âu
West-Vlams: Europese Unie
Volapük: Balatam Yuropik
Winaray: Unyon Europea
吴语: 欧洲联盟
მარგალური: ევროპაშ რსხუ
Zeêuws: Europese Unie
中文: 欧洲联盟
Bân-lâm-gú: Au-chiu Liân-bêng
粵語: 歐洲聯盟