Einahandil

Í Føroyum hevur man haft nakað, ið eitur einahandil. Tað er, at ein tjóð stýrir- og avmarkar vøruhandil í einum øðrum landið.


Miðskeiðis í stóra havnarlagnum í Tórshavn, millum Eystaru- og Vestaruvág, liggur Tinganes, gamli tingstaður føroyinga. Vit vita frá Føroyinga søgu, at Tinganes longu í 900 talinum var tingstaður – fyrst sum “alting” við lóggevandi og dømandi myndugleika, men seinni í 1300 – 1400 talinum sum “løgting” einans við dømandi myndugleika.

Í 1271 stovnaði norski kongurin einahandil í Tórshavn, og fylgjandi øldirnar var Tinganes handilsstaður føroyinga, stundum rikin av einstaklingum ella handilsfelagskapum, men at enda aftur sum kongaligur einahandil, beinleiðis undir danakongi. Í 1673 herjaði ein herviligur eldsbruni Tinganes og øll húsini ið stóðu uml. har myndin er tikin frá, brendu í grund.

Til vinstru á frímerkinum síggjast sokallaðu “Sethúsini” ella “Sethúsið úti í Havn”. Hettar húsið varð bygt sama ár sum eldurin hevði herjað, og var upprunaliga krambúð, skrivstova og bústaður hjá embætisfólkinum á handlinum. Húsið er síðan nýtt til ymisk endamál, m.a. var tað í 20. øld gegl á loftinum. Nú á døgum rúma Sethúsini Haldils- og Vinnumálaráðið.

Aftanfyri Sethúsini (ikki sjónlig á myndini) liggur sokallaða “Stokkastovan”, ein gamal goymslubygningur, sum var bygdur í 1673, stutt eftir eldsbrunan. Sum navnið bendur á, er Stokkastovan bygd af viðarstokkum, ein heldur sjáldsamur bygningsháttur í Føroyum.

Uttast á nesinum lá upprunaliga ein lítil skansi ella kanónbattarí sum ein hálvkringla, men umleið 1750 varð eitt goymsluhús “Skansapakkhúsið” bygt á staðnum. Bygningurin, sum sæst aftast í myndini er nú høvuðsskrivstova og fundarhøli hjá løgmanni og landsstýrismonnum.

Afturat Skansapakkúsinum stendur sokallaði “Salurin”, sum varð reistur í 1781. Nú rúmar salurin einum bókasavni, fundar og móttøkuhøli og virkar annars sum millumgongd millum Skansapakkhúsið og fyrisitingarhølini hjá landstýrinum.

Sum framhald av Salinum standa “Vektarabúðin” og “Sjóbúðin”, upprunaliga tveir goymslubygningar frá 17. øld. Eitt skifti seint í 1800 talinum og til 1908 var posthús í Sjóbúðini. Í 1950 brendu bæði húsini í grund orsaka av einum ásettum eldsbruna, og tey vóru ikki endurreist fyrr enn í 1991. Húsini rúma í dag landsstýrisfyrisitingina.

Ovast til høgru á frímerkinum sæst partur av “Bakkapakkhúsinum”, eisini eitt gamalt goymsluhús frá 1776. Hettar húsið er eisini partur av fyrisitingarhølunum hjá landsstýrinum.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Other Languages
Afrikaans: Monopolie
العربية: احتكار
مصرى: احتكار
asturianu: Monopoliu
azərbaycanca: İnhisar
беларуская: Манаполія
беларуская (тарашкевіца)‎: Манаполія
български: Монопол
Bahasa Banjar: Kuluh
bosanski: Monopol
català: Monopoli
čeština: Monopol
Cymraeg: Monopoli
dansk: Monopol
Deutsch: Monopol
Ελληνικά: Μονοπώλιο
English: Monopoly
Esperanto: Monopolo
español: Monopolio
eesti: Monopol
euskara: Monopolio
فارسی: انحصار
suomi: Monopoli
français: Monopole
Gaeilge: Monaplacht
galego: Monopolio
עברית: מונופול
हिन्दी: एकाधिकार
hrvatski: Monopol
magyar: Monopólium
հայերեն: Մենաշնորհ
interlingua: Monopolio
Bahasa Indonesia: Pasar monopoli
íslenska: Einokun
italiano: Monopolio
日本語: 独占
한국어: 독점
Latina: Monopolium
Lëtzebuergesch: Monopol
Lingua Franca Nova: Monopolio
lietuvių: Monopolija
latviešu: Monopols
македонски: Монопол
मराठी: एकाधिकार
Bahasa Melayu: Monopoli
Nederlands: Monopolie
norsk nynorsk: Monopol
norsk: Monopol
occitan: Monopòli
polski: Monopol
پښتو: انحصار
português: Monopólio
română: Monopol
русский: Монополия
Scots: Monopoly
سنڌي: ھڪھٽي
srpskohrvatski / српскохрватски: Monopol
Simple English: Monopoly
slovenčina: Monopol ponuky
slovenščina: Monopol
shqip: Monopoli
српски / srpski: Монопол
svenska: Monopol
Kiswahili: Uhodhisoko
தமிழ்: ஏகபோகம்
Tagalog: Monopolyo
Türkçe: Tekel
українська: Монополія
oʻzbekcha/ўзбекча: Monopoliya
ייִדיש: מאנאפאל
中文: 垄断
文言: 壟斷
Bân-lâm-gú: To̍k-chiàm
粵語: 壟斷