Asiatiskur fílur

Wikipedia:How to read a taxoboxHow to read a taxobox
Asiatiskur fílur
Asian elephant - melbourne zoo.jpg
Varðveitingarstøða
Status iucn3.1 EN.svg
Endangered
Varðveitingarstøða
Hótt
Frøðilig flokking
Ríki:Animalia
Fylki:Chordata
Flokkur:Mammalia
Hópur:Proboscidea
Ætt:Elephantidae
Slekt:Elephas
Linnaeus, 1758
Slag:E. maximus

Asiatiskur fílur ella asiatiskur elefantur (latín: Elephas maximus) er eitt súgdjór, ið eisini ofta verður rópt indiskur fílur.

Útsjónd

Asiatiskur fílur er nakað minni enn Afrikanskur fílur, vigar upp til 5 tons, og er eyðkendur við at hava væl smærri oyru enn Afrikanski fílurin. Tað eru bert kallfílarnir ið hava stórar høggtenn (vígtenn) men hjá summum vanta tær. Kvennfílarnir hava so smáar høggtenn at tær valla síggjast.

Útbreiðsla

Útbreiðsluøki í dag.

Einaferð strekti útbreiðsluøkið seg so langt vestur sum til Irak og Sýria og heilt eystur til Ta gulu ánna í Kina. Í dag er útbreiðslan avmarkað til 13 lond frá India í vestri til Borneo í eystri: Bangladesj, India, Sri Lanka, Indo-Kina, partar av Nepal og Indonesia (serliga Borneo), Vjetnam, Teiland, Kambodia, Laos, Burma, Kina, Butan og Sumatra.

Árin av mannaávum

Samlaði stovnurin verður mettur til millum 35 000 og 50 000 kríatúr. Eldri metingar vísa, at stovnurin fyrst í 20. øld taldi uml. 100 000 villini fílar. Asiatiski fílurin er í dag hart kroystur av fólkavøkstri ið hevur við sær økt krav um landbúnaðarjørð. Ferðavinnan elvir eisini til trýst á fílastovnin. Í Tailandi roknar man við at uml. 100 fílakálvar verða tiknir ólógliga um árið, við tí endamáli at vísa teir fram fyri ferðafólki ið sleppa at fóðra teir. Hetta verður gjørd móti einum stovni ið einans telur uml. 5 000 fílar. Ofta verður mamman, og stundum alt fílafylgið sum tað er, dripið undir rakstrinum eftir hesum eina fílakálvi.

Undirsløg

Fýra undirsløg finnast:

(Elephas maximus indicus Cuvier, 1798)
(E. m. maximus Linnaeus, 1758)
(E. m. sumatranus Temminck, 1847)
(E. m. borneensis Deraniyagala, 1950)

Other Languages
العربية: فيل آسيوي
অসমীয়া: হাতী
azərbaycanca: Asiya fili
беларуская: Азіяцкі слон
беларуская (тарашкевіца)‎: Азіяцкі слон
български: Азиатски слон
brezhoneg: Olifant Azia
čeština: Slon indický
Zazaki: Filê Asya
Esperanto: Azia elefanto
español: Elephas maximus
hrvatski: Azijski slon
interlingua: Elephas maximus
Bahasa Indonesia: Gajah asia
italiano: Elephas maximus
日本語: アジアゾウ
lingála: Nzɔku ya Azía
latviešu: Āzijas zilonis
മലയാളം: ഏഷ്യൻ ആന
Bahasa Melayu: Gajah Asia
Nederlands: Aziatische olifant
português: Elefante-asiático
srpskohrvatski / српскохрватски: Azijski slon
Simple English: Asian elephant
slovenčina: Slon ázijský
slovenščina: Azijski slon
српски / srpski: Азијски слон
தமிழ்: ஆசிய யானை
Türkçe: Asya fili
українська: Слон індійський
Tiếng Việt: Voi châu Á
中文: 亚洲象
粵語: 亞洲象