Amerikanska Sámoa

Sāmoa Amelika
American Samoa
Flagg Amerikanska Sámoa
(Flagg Amerikanska Sámoa)
Skjaldarmerki Amerikanska Sámoa
(Skjaldarmerki Amerikanska Sámoa)
Tjóðarslagorð: "Samoa, Muamua Le Atua" (sámoskt)
"Samoa, Let God Be First" (enskt)
Tjóðsangur: The Star-Spangled Banner
American Samoa on the globe (Polynesia centered).svg
Alment málSámoskt og enskt
HøvuðsstaðurPago Pago
ForsetiBarack Obama
GuvernørurTogiola Tulafono (D)
FullveldiOnki 1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
199 km²
0,0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
54 517
326/km²
GjaldoyraAmerikanskur dollari ($)
TíðarøkiUTC -11
Økisnavn á alnetinum.as
Telefonkota+1684
1Amerikanska Sámoa hevur sjálvstýri, men er undir amerikonskum yvirræði.

Amerikanska Sámoa (sámoskt[1]: Sāmoa Amelika ella Amerika Sāmoa, enskt: American Samoa) er eitt lítið amerikanskt oyggjaland í Kyrrahavinum. Oyggjabólkurin er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Sámoaoyggjarnar í Polynesia. Amerikanska Sámoa er eystasta oyggin í oyggjabólkinum. Lýðveldið Sámoa liggur eisini í oyggjabólkinum. Amerikanska Sámoa er umleið miðskeiðis millum Hawaii og New Zealand. Oyggjarnar eru partur av USA og liggja 900 km norðanfyri Tonga, 100 km eystanfyri Lýðveldið Sámoa og 500 km sunnan fyri Tokelau.

 Amerikanska Sámoa gjørdist amerikanskt hjáland í 1899, og hevur síðan hoyrt til Sameindu Statirnir, burtursæð frá styttri tíðarskeiðum, har ið oyggin var hersett av Týsklandi. Tá ið niðurlendingar komu til oyggjarnar í 1722, vóru tær so tætt skógvaksnar, at næstan ikki var framkomandi. Í dag eru stórir partar av oynni dyrkaðar, men tað eru enn fleiri øki, sum eru órørd, m.a. National Park of American Samoa. Hesi økið eru sera ymisk. Høg ber fjøll, onnur fjøll eru vaksin við frumskógar líknandi vøkstri. Skógarklædda fjallalandslagið líkist nógv tí í grannalandinum Lýðveldið Sámoa fyri vestan. Íbúgvarnir eru av polynesiskum uppruna, men eisini er ein hvítur minniluti.



Á Amerikanska Sámoa er fiskivinnan høvuðsvinnan; í dag er Amerikanska Sámoa tann mest framkomni parturin av Sámoaoyggjum, fyrst og fremst vegna fiskivinnuna. Búskaparliga er Amerikanska Sámoa tættt knýtt at Sambansríkinum Amerika og fær meginpartin av inntøkum sínum haðan.[2] Hetta hevur við sær, at húskorini eru ímillum tey bestu í Osiania. Hóast Sámoa hevur heimild til at krevja inn skatt og ongar fíggjarligar skyldur hevur USA bundið seg til framhaldandi at veita Sámoa neyðuga fíggjarliga hjálp. Ferðavinnan er eisini gomul, men hendan tók rættuligt dik á seg, tá ið tann sokallaða charterflúgvingin byrjaði í 1960-árinum. Amerikanska Sámoa er partur av USA, og fólkið, har býr, er sostatt amerikanar. Oyggjarnar hava sítt egna ting og guvernør; teir hava eitt ting, sum smíðar lógir, og ger egna fíggjarlóg. Men uttanríkismál verða umsitin í District of Columbia. Oyggjabúgvar senda umboð til tjóðartingið í Washington DC. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD). Almenn mál eru enskt og sámoskt, sum er eitt polynesiskt mál.

Landafrøði

Oyggjarnar liggja í Polynesia í Kyrrahavinum, einar 100 km eystur úr Lýðveldinum Sámoa og eru partur av Sámoaoyggjunum. Pago Pago er høvuðsstaðurin í oyggjunum og liggur á oynni Tutuila, sum er tann størsta oyggin. Á Amerikanska Sámoa, sum er 199 ferkilometrar til støddar, búgva 54 517 fólk og á Tutuila (142 ferkilometrar) 50 000, so fólkatættleikin er høgur. Á Tutuila er fólkatættleikin uml. 400 fólk fyri hvønn km², og í t.d. Streymoynna uml. 60 fólk fyri hvønn km². Amerikanska Sámoa (199 ferkilometrar) er nakað størri enn Vágar, sum er 177 km². Tað vil siga, at Føroyar eru 7 ferðir størri enn Amerikanskt Sámoa. Sjey oyggjar eru í landinum.[3] Oyggjabólkurin hevur fleiri befólkaðar og óbefólkaðar oyggjar; tær størstu av Amerikonsku Sámoaoyggjunum eru Tutuila, Aunu'u, Ofu, Olosega og Ta’u. Av teimum er oyggin Tutuila størsti parturin og har tað búgva flest fólk; 95 prosent av fólkatalinum í 2014 búgva á Tutuila. Motu O Manu er einasta oyggj í Amerikanskum Sámoa, har ongi fólk búgva.

Oyggjabólkurin er av vulkanskum uppruna. Hjálandið hevur eitt sera tropiskt veðurlag við miðalhita ið liggur á umleið 29 °C alt árið[4], og sum minnir nógv um veðurlagið á Hawaiioyggjunum. Kaldasta tíðin er frá november til apríl, og hetta tíðarskeiði verða oyggjarnar onkuntíð raktar av tropiskum ódnum. Á oyggjunum eru fleiri høg eldfjøll, men nú er bara eitt, sum ger um seg. Mesta regnið er frá januar til mars.[5]

Other Languages
Afrikaans: Amerikaans-Samoa
Alemannisch: Amerikanisch-Samoa
asturianu: Samoa Americana
azərbaycanca: Amerika Samoası
башҡортса: Америка Самоаһы
Bikol Central: Amerikanong Samoa
беларуская (тарашкевіца)‎: Амэрыканскае Самоа
বিষ্ণুপ্রিয়া মণিপুরী: আমেরিকান সামোয়া
brezhoneg: Samoa Amerikan
bosanski: Američka Samoa
Chavacano de Zamboanga: American Samoa
Mìng-dĕ̤ng-ngṳ̄: Mī-guók liāng Samoa
čeština: Americká Samoa
Cymraeg: Samoa America
ދިވެހިބަސް: އެމެރިކަން ސަމޯއާ
Esperanto: Usona Samoo
español: Samoa Americana
客家語/Hak-kâ-ngî: Mî-koet liâng Samoa
Fiji Hindi: American Samoa
hrvatski: Američka Samoa
Bahasa Indonesia: Samoa Amerika
italiano: Samoa Americane
Basa Jawa: Samoa Amérika
Qaraqalpaqsha: Amerikalıq Samoa
kernowek: Samoa Amerikan
Lingua Franca Nova: Samoa American
lietuvių: Amerikos Samoa
latviešu: ASV Samoa
македонски: Американска Самоа
Bahasa Melayu: Samoa Amerika
Nederlands: Amerikaans-Samoa
norsk nynorsk: Amerikansk Samoa
Kapampangan: Amerika Samoa
português: Samoa Americana
Runa Simi: Amirika Samwa
русиньскый: Америцька Самоа
Kinyarwanda: Samowa Nyamerika
sicilianu: Samoa Miricana
davvisámegiella: Amerihká Samoa
srpskohrvatski / српскохрватски: Američka Samoa
Simple English: American Samoa
slovenčina: Americká Samoa
slovenščina: Ameriška Samoa
Gagana Samoa: Amerika Sāmoa
chiShona: American Samoa
српски / srpski: Америчка Самоа
Basa Sunda: Samoa Amérika
татарча/tatarça: Америка Самоасы
oʻzbekcha/ўзбекча: Sharqiy Samoa
Tiếng Việt: Samoa thuộc Mỹ
მარგალური: ამერიკაშ სამოა
Bân-lâm-gú: Bí-kok léng Samoa