A vitamin

A vitamin er ein feittloysilig vitamin sum er neyðug fyri sjón, immunskipan, nøring, slímhinnu og vøkstur. Stórt trot av A vitaminum kann føra til infektión, náttarblindleika og blindleika.

Týdningarmestu sløg av A vitaminum eru retinol, retinal og retinsýra, sum fáast frá djórum, og karotenir, sum fáast frá plantum.

Óbrúktar A vitaminir kunnu varðveitast í livur og feittvevna til seinni nýtslu. Av tí at A vitaminir eru lutfalsliga leingi í kroppinum er ikki neyðugt at tær verða etnar hvønn dag, t.d. kann tørvurin verða nøktaður við at eta livur eina ferð um vikuna.

Týdningur

A vitaminir eru týdningarmiklar fyri sjónina. Tær verða nýttar til framleiðslu av einum litevni í nethinnuni ( sjónarpurpur), sum er neyðugt fyri at kunna síggja í dimmun ljósi. Sjónarpurpur verður virki tá ljósið rakar nethinnuna, sum síðani, gjøgnum nervaleiðina, skapar eitt elektriskt signal til heilan og verður til eina mynd.

Umframt hetta hava A vitaminir týdning fyri vøkstur, framleiðslu av nýggjum sáðkyknum, smakksansin, immunskipanina og mótstøðuføri móti bakteriuinfektiónum.

Eisini hava A vitaminir týdning fyri regulering av genum, og tí eisini fyri hvussu fostur útvikla síni organ.

Other Languages
Afrikaans: Vitamien A
العربية: فيتامين ألف
asturianu: Vitamina A
azərbaycanca: A vitamini
bosanski: Vitamin A
català: Vitamina A
čeština: Vitamín A
Cymraeg: Fitamin A
dansk: Vitamin A
Deutsch: Vitamin A
ދިވެހިބަސް: ވިޓަމިން އޭ
English: Vitamin A
Esperanto: Vitamino A
español: Vitamina A
eesti: A-vitamiin
euskara: A bitamina
فارسی: ویتامین آ
français: Vitamine A
galego: Vitamina A
עברית: ויטמין A
हिन्दी: विटामिन ए
hrvatski: Vitamin A
magyar: A-vitamin
Bahasa Indonesia: Vitamin A
íslenska: A-vítamín
日本語: ビタミンA
la .lojban.: abumoi mivytcuxu'i
Basa Jawa: Vitamin A
ქართული: ვიტამინი A
ಕನ್ನಡ: ಎ ಜೀವಸತ್ವ
한국어: 비타민 A
Lingua Franca Nova: Vitamina A
lietuvių: Vitaminas A
latviešu: A vitamīns
македонски: Витамин А
മലയാളം: ജീവകം എ
монгол: Витамин А
Bahasa Melayu: Vitamin A
नेपाली: भिटामिन ए
norsk: Vitamin A
occitan: Vitamina A
ଓଡ଼ିଆ: ଜୀବସାର କ
ਪੰਜਾਬੀ: ਵਿਟਾਮਿਨ ਏ
polski: Witamina A
português: Vitamina A
русский: Витамин A
Kinyarwanda: Vitamini A
sicilianu: Vitamina A
Scots: Vitamin A
srpskohrvatski / српскохрватски: Vitamin A
සිංහල: විටමින් A
Simple English: Vitamin A
slovenščina: Vitamin A
shqip: Vitamina A
Kiswahili: Vitamini A
తెలుగు: విటమిన్ ఎ
Türkçe: A vitamini
татарча/tatarça: A витамины
тыва дыл: Витамин A
ئۇيغۇرچە / Uyghurche: ۋىتامىن A
українська: Вітамін A
Tiếng Việt: Vitamin A
吴语: 维生素A
中文: 維生素A